Fólkatingsmaðurin, løgtingslimurin, embætismaðurin, blaðmaðurin og spinndoktarin, Sjúrður Skaale, legði í bók síni um fullveldissamráðingarnar, øll kort á borið. Talan er um eitt heilt serskilt bókaverk, har almenningurin fyri fyrstuferð, síðan kanningarnar av skipamálunum í 80unum, fær innlit í tað, sum gekk fyri seg á stjórnarskrivstovunum í sjálvum Tinganesi.
Fólkatingsmaðurin, løgtingslimurin, embætismaðurin, blaðmaðurin og spinndoktarin, Sjúrður Skaale, legði í bók síni um fullveldissamráðingarnar, øll kort á borið. Talan er um eitt heilt serskilt bókaverk, har almenningurin fyri fyrstuferð, síðan kanningarnar av skipamálunum í 80unum, fær innlit í tað, sum gekk fyri seg á stjórnarskrivstovunum í sjálvum Tinganesi.
Rithøvundurin, er ikki einhvør. Hann var ein av teimum, sum var partur av innastu kjarnuni á ráðharrastovuni hjá Landsstýrismanninum í Fullveldismálum. Harafturat hevði hann tætt persónligt samband við landsstýrismannin.
At Sjúrður Skaale skal hava virkað sum ein sjálvstøðug eind uttan fyri ábyrgdarøkið hjá Landsstýrismanninum og handlað uttan at landsstýrismaðurin á økinum var vitandi um hetta, er óhugsandi.
At táverandi løgmaður møguliga ikki kendi til alt sum fór fram í Fulveldismálaráðnum, er hinvegin ikki óhugsandi. Tann sum hevur fylgt við í politikki seinastu mongu árini og hevur lisið bókina hjá Sjúrða veit, at millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi er og var álitið so sum so. Í bókini hjá Sjúrða er púra greitt at flokksleiðsan í Tjóðveldi ongantíð kendi at hon hevði fullan uppbakking frá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, til fulveldiskósina, og sum frálíður gjørdist ráðharrastovan hjá Høgna Hoydal alt meira isolera frá øðrum pørtum av Fullveldissamgonguni.
At rithøvundurin hevur rakt seymin á høvdið við bókaverkinum sæst best við tí larmandi tøgn sum er um bókina í politisku skipanini.
Einki av tí, sum rithøvundurin hevur ført fram í bókini, er víst aftur. Í staðin hava verið nakrar forkølaðar roynt at karakter myrða boðberan.
Í sendingini Radarin, í KVF, søgdu tveir av løgfrøðingunum, sum vóru við til at smíðja stýrisskipanarlógina at hóast long tíð er fráliðin, hevði tað verið uppá sítt pláss at løgtingið setti ein kanningarstjóra at kanna tey páhald, sum eru í bókini.
Eingin ivi er um at løgfrøðingarnir eru á rættari leið.
Grundarlagið undir politisku skipanini er álit, og tí kann skipanin ikki liva við at politiskir leiðarar misbrúka álitið frá veljarunum. Tí er tað ein skylda hjá politisku skipanini at gera neyðugar kanningar og metingar tá grundaður illgruni er.
Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sótu í andsstøðu vóru hesir flokkar politiska samvitskan hjá Føroyskum politikki og millum mongu misálitini hesi løgdu fram, vóru m.a. hesir báðir setningar:
…..Landsstýrisfólk eru sett sum tænarar hjá fólkinum. Fólkið velur Løgtingið.Løgtingið ger lógirnar, og landsstýrisfólk hava bæði politiska og rættarliga ábyrgd av at fyrisita og halda lógirnar. Tann mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum Løgtingið og Landsstýrið– millum tað lóggevandi og útinnandi valdið– er, at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis Løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir…..
annars
…er Løgtingið samsekt í tí, sum farið er fram.…




