Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einars Special (Fakta um ølina)

Tíðindaskriv

Einars Special er eitt Serbryggj við góðari samanseting av 8 ymiskum maltsløgum, humlu og tí besta savnað úr føroysku nátturuni.

Einar Waag hevur ein serligan tokka og stóra vitan um føroysku nátturuna, fuglar, seyð, plantur og alt livandi. Tí hava starvsfelagarnir á Føroya Bjór valt Føroysku náttúruna sum íblástur til Einars Special.

Í fjør varð við hjálp frá serkønum savnað tað besta av urtum og plantum úr føroysku náttúruni, hettar gevur Einars Special eitt eykað føroyskt krydd.

Einars Special er bryggjað fyri at heiðra Einar Waag á 70 ára føðingardegnum.