Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsøgufólkið hjá Javnaðarflokkinum: Taki ikki undir við akvariumi í Klaksvík

Helgi Abrahamsen

Løgtingið fór fyri løtu síðani undir at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

Løgtingið fór fyri løtu síðani undir at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum var fyrsta framsøgufólkið. Hon segði, at hon var stolt av at kunna upplýsa fyri løgtinginum, at vit hava longu eitt sjósavn í Føroyum, og har hevur tað verið í 11 ár. Hon helt tí, at arbeiðið sum uppskotið leggur upp til, er longu gjørt, og um heilt stutta tíð verður tað heilt skjótt hjá klaksvíkingum at koyra til Havnar.

“Sjósavnið er í góðum hondum. Tað skal bara hava karmar og ein betri bygning,” segði Kristianna Winther Poulsen.

Jógvan Skorheim vísti á í eini viðmerking, at eitt Íverksetarahús var í Klaksvík og kortini varð eitt eisini sett á stovn í Havn. Hann spurdi, um undirtøka var fyri, at vit aftur fóru til tað útgangsstøðið, at vit bara skulu hava ein stovn av hvørjum slagi í Føroyum, og at hesir verða spjaddir um alt landið?

Kristianna Winther Poulsen helt ikki at hesi tingini kunnu samanberast.

Harleyfacadeacryl