Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur: Eitt stórt, arkitektoniskt akvarium

Helgi Abrahamsen

“Líka so natúrligt sum tað er at Norðurlandahúsið er í Havn, líka so natúrligt er tað, at eitt akvarium er í Klaksvík.”

“Líka so natúrligt sum tað er at Norðurlandahúsið er í Havn, líka so natúrligt er tað, at eitt akvarium er í Klaksvík.” Tað segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tá uppskot hennara um at byggja eitt akvarium í Klaksvík var til fyrstu viðgerð.

Elsebeth brúkti stóran part av røðuni til at greiða frá søguligu gongdini á millum annað Flemmish Cap. Hon segði, at tað fyrst og fremst vóru línuskipini úr Klaksvík, sum tryggjaðu søguligu rættindini har.

“Men skipini mistu rættindini har tá fiskiskapurin minkaði, tí boð komu úr høvuðsstaðnum um tað,” segði hon.

Elsebeth legði dent á, at hon hevði als einki ímóti at verandi sjósavn er á Argjum, men at hennara uppskot var ein munandi størri ætlan.

“Eg tosi um eitt stórt, flott, arkitektoniskt akvarium,” segði hon.

“Einki er meira natúrligt enn at krígssavnið er í Vágum og at Føroya Akvarium er í Klaksvík,” segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.