Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stillar Høgni í Stórustovu upp til FSF forsetavalið?

Jákup Ósá

Vit hava spurt Høgna um hald er í søgunum.

Vit hava spurt Høgna um hald er í søgunum.

Høgni í Stórustovu sat sum forseti í FSF frá 2008 til 2010. Eftir aðalfundin í 2010 bleiv Christian Andreasen valdur sum forseti, og hann hevur sitið síðani. Aðalfundurin hjá FSF er 18. februar og freistin at stilla upp til forseta er 10 dagar frammanundan. Tað er vist, at Christian Andreasen stillar upp aftur og hevur fingið feløg at stilla seg upp. Tað ganga søgur um, at fyrrverandi forsetin, Høgni í Stórustovu, møguliga fer at stilla upp ímóti Christiani. Norðlýsið hevur tosað við Høgna, men hann sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til hetta í løtuni. Men hann staðfestir, at fyri at stilla upp, so skal ein vera skotin upp av einum felagi, og tað er hann ikki í løtuni. Freistin at stilla upp er á midnátt. Sostatt mugu vit bíða í nakrar tímar áðrenn vit vita, um tað verður stríðsval um forsetan ella um bara verandi forseti stillar upp. Treytin er, at eitt felag stillar ein annan upp og skulu vit tulka útmeldingarnar hjá Høgna í Stórustovu, so er hann ikki avvísandi.

Uppstillingin fer fram sambært grein 32 stk. 2 í FSF lógunum:

B. STARVSNEVND

Grein 32 Samanseting av Starvsnevndini
1 Starvsnevndin hevur 7 limir:
• 1 Forseti
• 1 varaforseti
• 5 nevndarlimir.
2 Forsetin og limirnir í Starvsnevndini verða valdir av Aðalfundinum. Valdir verða harumframt tveir varalimir. Valevni í sambandi við val til Starvsnevndina mugu verða skotin upp av í minsta lagi einum limi. Starvsnevndin skipar seg annars við val av varaforseta ímillum limirnar í nevndini, og við limum í ymsum øðrum nevndum.
3 Valskeiðið fyri Forsetan og limirnar í Starvsnevndini er 4 ár, og valskeiðið fyri varalimirnir er 2 ár. Afturval er loyvt.
4 Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu ikki hava verið funnir sekir í brotsverki og hava bústað í Føroyum.
5 Uppskot til val av limum í Starvsnevndina skulu sendast skrivstovu FSF’s í seinasta lagi 10 dagar áðrenn Aðalfundin.