Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost bíðar eftir Vinnumálaráðnum

Helgi Abrahamsen

”Vit halda, at tað gevur meining fyri Bakkafrost og fyri Suðuroynna at gjøgnumføra hesa ætlanina, men sum málið liggur í dag, er tað upp til politiska myndugleikan at avgera, hvat hendir.”

”Vit halda, at tað gevur meining fyri Bakkafrost og fyri Suðuroynna at gjøgnumføra hesa ætlanina, men sum málið liggur í dag, er tað upp til politiska myndugleikan at avgera, hvat hendir.” Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, á Vinnudegnum hjá virkinum í Runavík í dag.

Regin segði, at tilgongdin í Suðuroy hevur vart í eini 2 – 3 ár, og í hesi ætlanini liggur ein útbygging av virkinum í Vági umframt ein nýggj smoltstøð í oynni.

”Vit lótu loyvið í Svínáum inn, og fyri tað skuldi Hvalba leggjast afturat Trongisvági. Hetta var alt góðkent av Vinnumálaráðnum, Starvsstovuni, Landsdjóralæknanum og Kappingareftirlitinum, men hetta hevur ikki fingið politiska undirtøku tað seinasta árið,” segði Regin Jacobsen.

”Vit vita ikki, hvat úrslitið verður, men okkara tilboð til myndugleikarnar stendur framvegis við, og vit hava gjørt okkara part,” segði hann.

Kann skapa nógv arbeiðspláss í Suðuroynni

Ætlanin hjá Bakkafrosti við virkinum í Vági er at byggja tað út við trimum ella fýra linjum, soleiðis at virkið dagliga kann kryvja 100 tons av laksi, og eisini skal tað kunna virka sum ”back-up” og ískoyti til virkið á Glyvrum, tá tørvur er á tí.

Til hetta krevst eisini ein brunnbátur, soleiðis at virkið kann fáa rávøru allastaðni frá, og ætlaða smoltstøðin skal vera 8.000 kubikk.

”Men fyri at kunna gera hetta er neyðugt, at Vinnumálaráðið eisini innfríðar sín part av avtaluni, soleiðis at vit kunnu hava rávørugrundarlag til framleiðsluna har suðuri,” segði Regin Jacobsen.

Útgerðin sum stóð á kryvjivikrinum í Klaksvík varð í heyst flutt suður til Vágs.