Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MB broytt støðu

Jákup Ósá

Málið um hvørs Høgni í Stórustovu fer at stilla upp til FSF forseta hevur fingið eina nýggja vend.

Tíðliga í gjár var lagt upp til, at møguliga fingu vit stríðsval um forsetasessin í FSF, tá Høgni í Stórustovu ikki kundi avvísa, at hann fór at stilla upp móti Christian Andreasen. Beint áðrenn midnátt og sostatt áðrenn freistina valdi MB at stilla hann upp. Men nú skrivar in.fo, at MB hevur broytt støðu.

– Ja, eg kann at vátta at tjúgu minuttir yvir níggju kom aftur ein teldupostur frá MB, har felagið tekur aftur uppskotið, um at stilla Høgna í Stórustovu upp til forseta í FSF, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum fyri in.fo í kvøld.

Sostatt verður einki stríðsval í FSF á aðalfundinum í ár.