Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumeting av topp 5 liðunum: Víkingur

Jákup Ósá

Føroyameistararnir eru á pappírinum styrktir millum útileikararnar, meðan styrkin á málmanspostinum er meira ókend enn.

Hesa vikuna fara vit á Norðlýsinum hvønn dag at taka eitt av topp 5 liðunum – Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB – og gera eina støðumeting av, hvussu støðan er, og hvørji útlitini eru fyri kappingarárinum. Hesaferð er tað Víkingur.

Broytingar í hópinum í vetur:

Tilgongd: Adeshina Lawal og Fróði Benjaminsen

Frágongd: Finnur Justinussen, Jón Krosslá Poulsen, Geza Turi, Heðin Hansen

Um Víking í løtuni

Víkingur kann spæla við sama liðnum, sum í fjør vann 11 av seinastu 12 dystunum og harvið tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Fyribils burtursæð frá málverjan Geza Turi, tí hann er givin, í øllum førum fyribils, og tí verður tað ein ungur málverji úr egnum rekkjum, ið verjir málið. Tað verður mest sannlíkt 20 ára gamli Elias Rasmussen. Víkingur hevur avbjóðingar við einum høgum miðalaldri, tí tá sterkasta liðið spælir, so eru næstan allir útileikararnir yvir 30 ár. Men hetta var eingin trupulleiki í 2016, so í Víkingi kenna leikarar og venjarar krøvini. Tað hevur eisini sínar fyrimunir at hava so nógvar royndir í hópinum. Nýggir leikarar í hópinum eru Fróði Benjaminsen og Adeshina Lawal og so markantan styrk hevur kanska einki annað felag fingið. Finnur og Jón spældu lítið og einki í fjør, so teirra frágongd fer ikki at merkjast, meðan Heðin Hansen var út og inn av liðnum, men spældi ikki frá byrjan, tá allir hinir vóru tøkir.

Styrkin

Styrkin hjá Víkingi er, at liðið framvegis er sera væl samanspælt. Tí eru Fróði Benjaminsen og Adeshina Lawal góðir afturat, men tað er als ikki vist, at tað er brúk fyri teimum, tá allir leikarar eru tøkir, tí liðið frá 2016 er framvegis tøkt. Tá Víkingur í 2012 vann steypakappingina, so var tað byrjanin til 4 ár á rað við steypasigrum. Verður tann gongdin nú yvirførd til landskappingina? Seinast GÍ vann føroyameistaraheitið, so var tað eisini í einari røð av fýra føroyameistaraheitum. Hjá Víkingi er tað eisini ein fyrimunur, at liðið vann lutakastið um 14. heimadystin sum tað einasta topp 5 liði, og tað gevur ein stóran fyrimun hetta eina umfarið. Harafturat mugu vit nevna høvuðsvenjaran hjá Víkingi. Sámal Erik Hentze hevur hvørjaferð vunnið føroyameistaraheitið, tá hann hevur verið venjari hjá einum av størru feløgunum. Tí er hann mest vinnandi føroyameistaravenjarin í bestu deildini í løtuni.

Útlit

Víkingar eru ofta seinir at koma í gongd í landskappingini. Í fjør vann liðið m.a. bara tveir av fyrstu fimm dystunum og onnur ár er føroyameistaraheitið oftað nærum mist fyrsta partin av kappingarárinum. Í ár ræður um at halda sambandið við hini liðini, tí ein slík røð av sigrum, sum Víkingur fekk síðsta ár síggja vit ikki vanliga í føroyskum fótbólti. Víkingur er eitt av fimm liðum, sum hava realistiskan møguleika at vinna føroyameistaraheitið, men trýstið er kanska minni á Víkingi í ár enn hjá hinum liðunum, tí nú hava Víkingar vunnið føroyameistaraheitið. Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari, skal fyri fyrstu fer royna seg sum venjara hjá einum liði, sum skal verja føroyameistaraheitið. Tað verður spennandi at síggja, um hann eisini megnar ta uppgávuna. Víkingur hevur keypt tveir stórar royndar profilar til hópin og hevur bæði hóp og venjara til at endurvinna føroyameistaraheitið. Í summar skal Víkingur út í Champions League og tað kann blíva spennandi, tí Víkingur hevur kanska eitt lið, sum passar væl til Europa avbjóðing við júst áður nevndu royndum umframt núverandi og fyrrverandi landsliðsleikarum.

Harleyfacadeacryl