Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðslimir ætla at seta pengar av til nýtt Akvarium í Klaksvík

Tíðindaskriv

Í samband við, at Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir hevur lagt uppskot á Føroya Løgting, um at bygggja eitt lands akvarium í Klaksvík, vilja undirritaðu býráðslimir skjóta upp, at Klaksvíkar Kommuna gevur tilsøgn á 1 mill. kr. til verkætlanina, skriva limir í minnalutanum í Klaksvíkar Býráð í uppskotið til komandi býráðsfund.

Uppskot til samtyktar.

Í samband við, at Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir hevur lagt uppskot á Føroya Løgting, um at bygggja eitt lands akvarium í Klaksvík, vilja undirritaðu býráðslimir skjóta upp, at Klaksvíkar Kommuna gevur tilsøgn á 1 mill. kr. til verkætlanina, sum íkast í fyrstu atløgu, at m.atilevna eina byggiskrá og skipanaruppskot til hesa spennandi verkætlan, og at arbeiðsbólkur við serkønum fólkum verður settur, at kanna, hvussu best og rættast er at fremja slíka verkætlan.

Eisini er spurningur um privatar íleggjarar, sum uttan iva eiga at vera ein týðandi leiklutur.

Tað hevur stóran týdning,, at Klaksvíkar Kommuna vísir uppskotinum áhuga.

Stuðulin er tó treytaður, at Landsmyndugleikarnir tekur undir við ætlanini og eru tilreiðar, at játta eina munandi uppædd til verkætlanina.

Klaksvík, 07.02.2017

Steinbjørn O.Jacobsen

Gunvá við Keldu_

Atli S. Justinussen

Beinir Johannesn

Herfrí Sørensen