Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Regin Jacobsen: Smoltstøðin verður ”eitt akvarium í Klaksvík”

Helgi Abrahamsen

Á Vinnudegnum hjá Bakkafrosti í gjár greiddi Regin Jacobsen, stjóri, frá um nýggju smoltstøðina, sum Bakkafrost er í ferð við at byggja á Strond.

Á Vinnudegnum hjá Bakkafrosti í gjár greiddi Regin Jacobsen, stjóri, frá um nýggju smoltstøðina, sum Bakkafrost er í ferð við at byggja á Strond.

”Inni á støðini skal tað vera hugnaligt og spennandi, og har skulu eisini vera møguleikar til framvísingar, soleiðis at vit skulu kunna taka til dømis skúlaflokkar og kundar og onnur inn, sum kunnu fáa eina uppliving,” segði hann. Og so legði hann skemtandi afturat:

”Mann kann ikki kalla tað fyri akvarium – men hatta verður eitt akvarium í Klaksvík – men tað verður smolt í hyljunum.”

Um støddina á støðini segði Regin:

”Longdin verður 320 metrar – so hon er umleið dupult so long sum hatta ”lítla” virkið sum tit síggja inni á Glyvrum.”

Uni Arge, sum var orðstýrari á Vinnudegnum roknaði skjótt út, at smoltstøðin svarar í longd til tríggjar fótbóltsvøllir.

Regin Jacobsen segði, at málið er at fyrstu rognini skulu koma inn á støðina á Strond fyrst í komandi ári.

Harleywoodpaint