Nýggi álopsleikarin í Víkingi er flúgvandi áðrenn kappingarbyrjan.
Nýggi álopsleikarin í Víkingi er flúgvandi áðrenn kappingarbyrjan.
Adeshina Lawal er tann leikarin, sum í venjingardystunum hevur skorað flest mál. 5 mál í 6 dystum er tað blivið til higartil hjá 32 ára gamla álopsleikaranum. Lawal hevur einaferð áður spælt undir núverandi venjara, Sámal Erik Hentze, sum var í 2014 við B36 og tá bleiv hann valdur til ársins leikara í Føroyum. Avrikini fyrstu tíðina í Víkingi kundu bent á, at Lawal aftur hesaferð fer at gera um seg undir Sámal Erik.
Adeshina Lawal hevur skorað síni 6 mál móti KÍ, B36, NSÍ og Skála (2).




