Við sigri á Neistanum hálvfinaluni hava gentur 17 hjá Stjørnuni leikt seg í steypfinaluna
Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá g17 eru leiktar í Kí-Høllini í dag. Í aðrari hálvfinaluni møttust Stjørnan og Neistin, meðan hin hálvfinalan stóð millum H71 og VÍF.
Fyrsti dysturi var millum Stjørnuna og Neistan. Dysturin varð sera spenndandi og undirhaldandi. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan sum hevði munin. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Stjørnuna.
Tað gekk eisini javnt á fyrstu løtuna í seinna hálvlleiki, men so hevði Stjørnan hug at draga frá, og tá samanum kom, lótu tær ongan iva vera um, hvat betra liðið var. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 28-20 til til Stjørnuna.
Møta H71 í steypafinaluni
Í seinnu hávlvinaluni møttust, sum nevnt H71 og VÍF. Tann dysturin endaði við 17-15 sigri til H71. Sostatt verða tað Stjørnan og H71 sum møtast i steypafinaluni í Høllini á Hálsi komandi sunnudag.
Málini hjá Stjørnini í dystinum ídag skutu: Tóra Eliasen 11, Miriam Bethuelsdóttir og Monika P. Jacobsen 5 hvør, Katrin Betholdsen og Sonja Lava Sirdal 3 hvør og Poulina Fuglø 1




