Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk missiónsvitjan í Norra

Helgi Abrahamsen

Mánadagin 24. apríl stevnir trúboðaraskipið Juvél II úr Føroyum við kós móti oynni Bømlo í Norra.

Mánadagin 24. apríl stevnir trúboðaraskipið Juvél II úr Føroyum við kós móti oynni Bømlo í Norra.

Tað er Føroyski evangeliski missiónsfelagsskapurin Atlantic Mission, sum skipar fyri ferðini. Felagsskapurin hevur á hvørjum ári síðani 2011 skipað fyri trúboðaraferðum til londini í Norður Atlantshavi.

”Endamálið við ferðini er á náa allar aldursbókar við orði Guds, bæði børn, ung og vaksin,” siga fyrireikararnir, Svenning av Lofti, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal. Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke.

Á ferðini verður vitjað í trimum býum, Langevåg, Moster og Urangsvåg.

”Á øllum trimum støðum verður almenn móttøka, har ávikavist borgarstjóri og prestur fara at taka ímóti, og sangkór luttaka. Tá almenna móttøkan hevur verið, verða øll boðin innanborða til drekka, sang og kunning,” siga fyrireikararnir.

Nógv virksemi verður bæði innan- og uttandura í sambandi við vitjanina. Eisini verður gingið í húsini við kristiligum lesnaði, og ein faldari har øll skráin fyri vitjanini er at lesa, verður sendur í hvørt hús á Bømlo dagin fyri sum Juvél II kemur til Norra.

Nógvar fyrireikingar gjørdar

Umboð fyri Atlantic Mission hava nýliga vitjað á Bømlo til tess at kunna samkomur, skúlar og myndugleikar á oynni um vitjanina, og longu nú eru fleiri avtalur komnar í hús.

M.a. varð vitjað á blaðnum Bømlo Nyt, sum er størsta blað á oynni. Blaðstjórin var væl sinnaður fyri vitjanini, og avtala varð gjørd at prenta eina samrøðu við manningina, sum kemur í blaðið, ið verður sent í hvørt hús á oynni dagin fyri sum Juvél II kemur; og longu nú hevur ein tíðindastubbi um ætlaðu vitjanina staði í oyggjablaðnum Bømlo Nyt, sum eitt slag av appetitvekjara.

Av tí, at brúk er fyri fleiri fólkum enn teimum, sum verða við Juvél II, fer eitt toymið við ungdómi til Bømlo nakrar dagar áðrenn skipið kemur. Hesi verða ein partur av samlaða liðinum undir allari vitjanini. Tað er Ruth Gaardlykke, sum verður ferðaleiðari hjá ungdómstoyminum.

Vitjanin í Bømlo endar sunnukvøldið 7. mai, tá almenn fráfaringarløta verður á havnalagnum í Moster.

Samband

Um onkur ynskir meiri kunning um ferðina kann ein seta seg í samband við Svenning av Lofti tlf. 212045 – Páll á Lakjuni, tlf. 744404 – Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus, tlf. 228314 ella Ruth Gaardlykke, tlf.

Um onkur ynskir at stuðla átakinum er tað møguleiki fyri tí.