At royna við nót er ikki nabbafiskiskapur; tú kanst leita leingi, uttan at finna nakað – og so kanst tú brádliga fáa tann stóra fongin. Soleiðis var tað hendan túrin hjá “Durid”; teir fóru úr Hirtshals 12. januar til Hetlands, og har leitaðu teir í 10 dagar uttan at fáa nevnivert.
At royna við nót er ikki nabbafiskiskapur; tú kanst leita leingi, uttan at finna nakað – og so kanst tú brádliga fáa tann stóra fongin. Soleiðis var tað hendan túrin hjá “Durid”; teir fóru úr Hirtshals 12. januar til Hetlands, og har leitaðu teir í 10 dagar uttan at fáa nevnivert.
Men so sunnukvøldið 23. januar hendi tað. Teir vóru staddir eystur úr Bressey og veðrið var av tí besta, eitt fleyr av landssynningi eystri. Teir kastaðu klokkan 18.10 og fingu 4.600 kassar av góðari sild! Hetta var so mikið nógv at tangarnir blivu fullir.
Júst sum teir vóru lidnir at draga nótina inn umleið klokkan 10 hetta sunnukvøldið, tók bretska fregattin HMS Alfristone “Durid”. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at fregattin ringdi til “Durid” og segði, at teir fóru at seta fólk umborð hjá teimum. Eina løtu seinni komu nakrir yvirmenn á fregattini umborð og høvdu ein fund við yvirmenninar á “Durid”; pástandur teirra var, at “Durid” fiskaði innanfyri, men tað vildu føroyingarnir ikki góðtaka.
Tað nyttaði lítið at muta ímóti; teir fingu boð um at sigla skipið til Lerwick, og fregattin skuldi fylgja teimum. Bretsku yvirmenninir fóru umborð aftur á fregattina, tó varð ein verandi eftir umborð á Durid.
Fregattin fylgdist við teimum inn, og skipið var bundið við kai í Lerwick klokkan 1.15 um náttina, beint aftanfyri eitt annað, heilt stórt herskip. Fregattin “Alfristone” legði at kai beint aftanfyri “Durid”.
Hendan túrin var Magnus Justesen skipari; fasti skiparin, Grímur Rasmussen, var heima.
Tá ið “Durid” hevði lagt at um náttina, hendi ikki meira. Manningin tørnaði inn, og ein maður frá fregattini helt vakt á kaiini.
Út á fyrrapartin dagin eftir – týsdagin – komu yvirmenn á fregattini umborð aftur. Teir kunngjørdu, at hesir 4 av manningini:
Magnus Justesen,
skipari
Osvald Sivertsen,
1. bestimaður
Frimodt Rasmussen,
1. meistari og
Elmar Absalonsen
vóru lýstir í eitt slag av “húsavarðhaldi”; hetta merkti, at teir skuldu í land at búgva, á Sjómannsheiminum. Teir skuldu ongan veg fara og skuldu møta í Dómhúsinum hósdagin klokkan 10, tá ið málið skuldi koma fyri í rættinum.
Vildu bindaum heilan fingur
Myndugleikarnir hildu eftir øllum at døma, at tá ið teir vóru lagstir á allar yvirmenninar umborð á “Durid”, so høvdu teir tryggja sær, at skipið kundi ongan veg fara.
Hetta var ein ring støða fyri unga og ikki serliga sterka reiðaravirkið: skipið lá bundið við kai í Lerwick við 5.000 køssum av dýrari sild, sum misti í virði fyri hvønn dag sum fór…. Og vandi var fyri at fáa stóra bót.
Tíðindini frættust sjálvandi beinanveg til Føroya, og frítíðin hjá Grími fekk ein bráðan enda! Grímur og Líggjas hittust henda vanlukku mánamorgun og settu seg beinanvegin í samband við sakførara felagsins: Dánjal Magnussen. Tað skal sigast um Dánjal, at tá ið hann frætti um, hvat ið hent var, legði hann alt annað arbeiði til viks, og hereftir snúði alt seg um “Durid”.
Dánjal kendi ein sakførara í Lerwick, Petterson æt hann, sum hann hevði arbeitt saman við fyrr; hann greiddi honum frá tí, sum hent var. Hetlendski sakførarin lovaði, at hann beinan vegin skuldi fara at sneyta og seta seg inn í málið. Og so skuldi hann ringja aftur seinni.
Grímur og Líggjas fóru suður til Havnar, at vera saman við sakføraranum, tí har skuldu avgerðirnar takast.
Út á dagin ringdi Petterson, sakførari, aftur og greiddi frá tí, sum hann hevði fingið uppspurt: skipið var skuldsett fyri ólógligan fiskiskap, og skipari, stýrimaður, maskinmeistari og ein dekkari høvdu fingið álagt, at teir kundu ikki fara úr Lerwick.
Og so kom taðmest áhugaverda:
Hetlendski sakførarin segði, at so vítt, sum hann dugdi at síggja, var hald ikki lagt á sjálvt skipið! Tað bleiv nógv prát um hetta; vit ivaðust, um hetta kundi bera til? Men vit komu at enda allir til ta niðurstøðu, at myndugleikarnir í Lerwick hava helst hugsað sum so, at tá ið allir yvirmenninir vóru afturhildnir, so slapp skipið kortini ongan veg!
So byrjaðu vit at hugsa um at fáa Grímur niður til Hetlands sum skjótast! Men so máttu eisini undantaksloyvir fáast frá landsstýrinum til menn umborð á “Durid”, sum kundu mynstra sum stýrimaður og maskinmeistari fyri teir, sum vórðu afturhildnir!
Hetta var næstan ov gott til at vera satt í okkara ringu støðu annars. Nógvar samrøður vóru gjøgnum dagin við hetlendska sakføraran, sum skilti á lagnum, at vit vóru rættiliga ivasamir.
Men so kom hann við einum eyka trumfi, hann segði: “Í morgin – síðsta týsdag í januar – er tann stóri hetlendski hátíðardagurin “Up Helly Aa”, sum hevur røtur heilt aftur í víkingatíðina. Tað er frídagur í morgin og dagin eftir, og veitslan er størri enn tykkara Ólavssøka, og her liggur alt fullkomiliga stilt, tað kann bara verða tykkum til eyka fyrimun …”
Leigaðu flogfartil Hetlands
Til endans vóru vit samdir um, at tað var møguleiki fyri, at tað kundi eydnast á hendan hátt. Og tað skuldi sjálvandi roynast! Og vit skuldu fara allir tríggir: Dánjal, Grímur og Líggjas. Men tað mátti ganga skjótt fyri seg. Tá í tíðini áttu føroyingar eitt lítið leiguflogfar, sum vit leigaðu at flúgva okkum úr Vágum til Sumberg Head flogvøllin í Hetlandi morgunin eftir – sum var “Up Helly Aa”´s dagur.
Mangt var at fyrireika. Og tað týdningarmesta var undantaksloyvini frá landsstýrinum til nakrar av manningini. Hetta mánakvøldið sótu vit úti í Tinganesi, at fáa undantaksloyvini skriva. Einaferð stakk Atli Dam løgmaður høvdið inn um at vita, hvussu gekst. Tað var “Mái” Thomassen, sum avgreiddi okkum – hann var nakað høgur í landsfyrisitingini tá. Helst var okkurt annað hjálparfólk hjástatt eisini.
Líkamikið – vit fingu hesi loyvini frá Landsstýrinum, og tá ið vit so fóru til hús um 11-tíðina, vóru vit ferðabúnir. Vit gistu í Havn hesa náttina og vóru tíðliga á fótum týsmorgunin. Taxabilur stóð tá klárur at koyra okkum vestur.
Veðrið var gott, men tað var serliga nógvur mjørki hendan morgunin, so tjúkt sum ein annars bara kann uppliva tað í Íslandi. Ferðin vestur tók tí væl meira tíð enn ætlað, men vit komu at enda fram í øllum góðum. Og har stóð flogfarið og bíðaði eftir okkum.
Hetlandsferðin
Vit tríggir fóru umborð, og tað gekk bara ein lítil løta, so vóru vit á flogi. Alt gekk væl, og ferðin mundi taka umleið 3 korter. Vit leigaðu so ein taxabil av flogvøllinum í Sumberg Head til sakføraraskrivstovuna, sum av tilvild lá beint við síðuna av havnarskrivstovuni í Lerwick.
Niðari á síðuni er ein mynd av gomlu havnini. Skrivstovurnar vóru í gomlu húsunum omanfyri kaiina.
Hetlendski sakførarin tók væl ímóti okkum, og leiddi okkum til gluggan, har tað sást niður yvir havnarlagið, og vit sóu, at har lá eitt stórt herskip og aftanfyri tað lá “Durid”. Magnus, Osvald, Frimodt og Elmar vóru saman við okkum inni hjá sakføraranum.
Áðrenn vit halda fram við frásøgnini, skulu vit greiða eitt sindur frá serligu hetlendsku hátíðini, sum var júst hendan týsdagin og dagin eftir:
“Up Helly Aa”
Í Hetlandi hava tey frá gamlari tíð hildið stórar jóla- og nýggjársveitslur, sum við tíðini broyttu skap, og sum í 1880´unum vórðu til “Up Helly Aa”-høgtíðina. Sum kunnugt eru hetlendingar av norrønari rót, og um hesa tíðina fóru teir reiðiliga at sveima fyri tí norrøna og serliga fyri víkingunum. Hetta hevur síðani verið ein fagnaðarhátíð fyri víkingunum.
Up Helly Aa verður hildin hvørt ár seinasta týsdagin í januar mána – og tað var júst hendan dagin, vit komu til Hetlands!
Hendan høgtíðin er minst líka umfevnandi, sum ólavsvøkan er hjá okkum, men hon er heilt øðrvísi skipað. Tað er ein 15-manna nevnd, sum skipar fyri, og hvørt ár velja teir ein jall, ein “víkingahøvdinga”, at standa á odda fyri tiltakinum. Har er ein hópur av “klubbum” ella lokalum felagsskapum, hvør við sínum limum, og teir fyrireika seg gjøgnum veturin, hvør í sínum lagi, til stóra dagin.
Eins og ólavsvøkan kemur í hæddina við miðnáttarsanginum á Vaglinum, kemur Upp-Helly-Aa í hæddina, tá ið ymisku kyndlagongurnar um kvøldið koma saman í miðbýnum við eitt víkingaskip, sum er sett har.
Jallurin, ársins víkingahøvdingi heldur røðu, og síðani verða allir teir logandi kyndlarnir tveittir inn í víkingaskipið, og har stendst eitt øgiligt bál, sum lýsir upp allan býin.
Hetta er tann størsta løtan, men veitslan er als ikki liðug enn. Tá ið báturin er brendur í grund, fer fólkið ikki til hús at sova!
Tey fara tá, hvør til sínar klubbar, har almikið er av mati og drekka at fáa. Um náttina vitja fólk úr teimum ymisku klubbunum hvønn annan – og har verður hildið á til tann ljósa dag.
Og sjálvandi, dagurin eftir, mikudagurin, er almennur frídagur, so at fólkið kann fáa stundir at “væla um” og koma fyri seg aftur.
Vit fara nú aftur til høvuðs frásøgnina.
Avgerðir verða tiknarinni hjá sakføraranum
Tá ið vit eina løtu høvdu staðið og hugt oman yvir havnarlagið, settust vit við kaffiborð á skrivstovuni og gjøgnumgingu málið eina seinastu ferð gjølliga. Sakførarin ivaðist ikki, men ráddi til, at Grímur fór umborð og fór avstað við skipinum sum skjótast!
Og hetta bleiv niðurstøðan. Vit høvdu telefonsamband við teir umborð á “Durid”; Grímur bað teir “dagføra” skipspappírini í sambandi við, at yvirmenninir vóru “útskiftir.” Hann gav boð um, at allir menn skuldu verða umborð, og at teir skuldu gera klárt til at fara. Motorurin og bógskrúvurnar skuldu vera í gongdi. Grímur skuldi so spáka oman eftir kaiini, og í somu løtu, sum hann steig umborð, skuldi skipið fara frá.
“Terningarnireru kastaðir”,
segði Cæsar, tá ið hann á sinni fór um ánna Rubicon í Norður-Ialien; tá vendist ikki aftur. Soleiðis var eisini her; avtalað varð, at Grímur skuldi ringja, tá ið “Durid” var komin út um 12 fjórðinga markið. Skipið skuldi til Hirtshals at selja fongin, og vit avráddu eisini, at vit skuldu tala sum minst um tað. Vit skuldu eisini snakka við umboðsmannin í Hirtshals, at fáa hann at skipa soleiðis fyri, at úrslitið av søluni ikki kom fram fyrr enn dómur var fallin í Lerwick.
Fundurin hjá sakføraranum var ikki so drúgvur, tí longu klokkan 13.45 fór Grímur umborð. Tá ið avgerðin var tikin, var einki at bíða eftir, tí umráðandi var, at “Durid” kundi selja fiskin í Hirtshals hesa vikuna. Eydnaðist tað ikki, var vandi fyri, at fiskurin gjørdist ov gamal.
Vit stóðu í vindeyganum og eygleiddu Grím, tá ið hann fór oman eftir kaiini, hann hevði ein plastposa í hondini, ivaleyst við tannbust o.tl. Hann var ógvuliga “avslappaður” at síggja til. Steðgaði viðhvørt og hugdi niður fyri kajkantin, um seiðamurtur var at síggja. Fyrst gekk hann fram við stóra herskipinum.
Tað bar so á, at har á kaiini møtti hann Jutt í Hvannasundi, sum átti ein lítlan trolara, sum fiskaði ídnaðarfisk í Norðsjónum, og sum av tilvild lá í Lerwick hendan dagin. Teir báðir avtalaðu, at tá ið Grímur var komin upp á brúnna á “Durid”, skuldi Jutt uttan nakað hóvasták lyfta buktirnar á endunum upp um pullartarnar á kaiini.
Í somu løtu, sum skiparin kom upp á brúnna, var skipið leyst; tað vendi í havnini og fór so siglandi út eftir. Sum tað stendur í Orminum Langa
“ ..tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi Ormi frá Sundi.”
Vit føroyingarnir eygleiddu alspentir skipið, til tað gekk undir. Serliga var Magnus ógvuliga spentur. Brádliga kom lív í umborð á stóra herskipinum niðri við kaiina. Yvirbygningurin var ógvuliga høgur, og vit sóu hvítklæddar menn renna uppeftir og aðrar øvugtan veg. Eisini á kaiini fóru menn at røra seg.
Hetta sóu teir eisini umborð á “Durid”, og teir ivaðust ikki í, at krígsskipið hvørja løtu fór at loysa og koma aftaná. Tá ið teir komu eitt sindur út, stóðu teir við kikara og hugdu aftureftir ..
Grímur trúði ongantíð rættiliga, at tað fór at eydnast at sleppa snikkaleysur avstað.
Vit á sakførara skrivstovuni hugsaðu sum so, at Stóra Bretland átti mong herskip, og tað kundi meira enn so henda seg, at teir sendu okkurt annað skip avstað at leggja fyri “Durid”!
Bretski herflotinger vart við seg!
So við eitt ringir telefonin hjá sakføraranum! Tá er tað herskipið. Teir hava sæð, at “Durid” hevur loyst og krevja eina frágreiðing. Sakførarin greiðir teimum frá, at allir teir 4 menninir, sum høvdu fingið boð um at verða í Lerwick til hósdagin, eru í hesi løtu inni á skrivstovuni hjá honum! Um nakað annað varð sagt í hesi samrøðu, minnast menn ikki í dag. Men samrøðan var í hvussu er stutt.
Vit vóru allir ómetaliga spentir. Grímur metti, at tað fór at taka umleið ein tíma at koma út á 12-fjórðinga markið, men hetta var ein drúgvur tími …
Men so ringdi loksins telefonin aftur, og tá var tað Grímur, sum segði frá, at hann var komin útum … Tá lætnaði fyri okkum. Og tá fyrstani hugsaðu teir, sum vóru komnir úr Føroyum sama dag, um at fara “til hús” – allir skuldu gista á Sjómansheiminum.
“Durid kaprað !!” Heimspressan á gosi
Tíðindi fóru sum rótasúpan víða um lond: ein rættilig sjórænarasøga! Og fleiri fjølmiðlafólk komu til Lerwick at fylgja við. Eisini BBC var umboðað og hevði sendingar um hendingina. Danjal tók sær fyri tað nógva av pressuni, og hann fekk nóg mikið at gera hesar dagarnar.
Longu meðan “Durid” sigldi út frá Lerwick ringdi danska blaðið Politikken til Grím umborð á “Durid” og spurdi: “Er du alene ombord på skibet?” Grímur vildi gera sum minst burturúr, og svaraði, at hetta var alt ein misskiljing og at hetta hevði einki uppá seg.
Bløð og kringvørp ringdu dúgliga til Grím umborð á “Durid”, men hann royndi at hava lágan profil sum longst og svaraði hareftir.
“Up Helly Aa”-haldí Lerwick
Hetta var sjálvan stóra hátíðardagin í Hetlandi, har alt gekk út uppá skemt og veitslu, og ongin hevði álvarsmál í huga. Vit føroyingarnir á Sjómansheiminum fóru um kvøldið út at forvitnast.
Har var ein rómur og veitslulag, sum einki gav ólavsøkuni eftir. Í Lerwick eru viðurskiftini uppaftur smærri enn í Føroyum, og tað vísti seg, at nógv longu vistu, at vit vóru føroyingar. Vit royndu í byrjanini at vera varnir, hugsaðu sum so, at tað kundi vera, at tey mettu okkum sum veiðutjóðar og at vit tí ikki vóru væl sæddir.
Men so var ikki. Vit merktu skjótt, at tey sveimaðu nógv fyri tí norrøna og vildu fegin vera blíð við okkum. Frimodt og Líggjas vórðu enntá bodnir inn á gólvið í einum av áðurnevndu klubbum, og har fingu vit óføran blíðskap.
Dagin eftir – mikudagin – vóru vit næstan allan dagin hjá hetlendska sakføraranum og fyrireikaðu okkum til sakarmálið dagin eftir.
Sakarmálið
Mikudagurin fór til at fyrireika sakarmálið. Dánjal, Líggjas, Magnus, Frimodt, Osvald og Elmar møttu á skrivstovuni hjá sakføraranum klokkan 11, og har vórðu vit verandi út í eitt til klokkan hálvgum átta um kvøldið. Tá var tilfarið, sum vit skuldu leggja fram í rættinum klárt.
Hósdagin klokkan 10 møttu allir føroyingarnir í rættinum í Lerwick, saman við hetlendska sakførara okkara.
Almenni ákærin legði málið ímóti “Durid” fram í rættinum. Hansara pástandur var, at “Durid” hevði verið 2,7 fjórðingar innanfyri mark. Yvirmenninir á herskipunum vóru í rættinum og greiddi frá tí tekniska í hesum sambandi.
Okkara sakførari legði fram okkara sjónarmið, sum var, at skipið var als ikki innanfyri – tað var hálvan fjórðing uttanfyri mark. Tað sanna var helst, at skipið var uttanfyri, tá ið teir kastaðu.
Hetta var ein sera drúgvur rættarfundur, og okkara menn vórðu gjølliga avhoyrdir.
So varð røtt um fongin; tað var váttað, at talan var um umleið 4.500 kassar av sild. Rætturin visti einki um nakra sølu, og tað var stór óvissa um virðið. Rætturin hevði heitt á 2 lokalar “skilamenn” at meta um virðið. Teir mettu tað til 20.000 pund, umleið 200.000 krónur.
Dómarin spurdi Magnus, hvat hann helt um hesa metingina. Hann segði, at eftir hansara tykki var hetta sera lágt mett. Sjálvur helt hann, at tað dupulta hevði verið á betri leið!
Okkara menn hildu, at dómarin tók tað ógvuliga positivt, at skiparin ikki royndi at toga virðið niðureftir.
Klokkan 16.45 varð dómurin sagdur: skiparin var dømdur at bøta 20.000 pund – svarandi til umleið kr. 200.000 – ella at sita í 2 mánaðir.
Tá reistust beinanvegin 2 løgreglumenn og fóru yvir til Magnus og fóru avstað við honum. Teir fóru beina kós í fongslið, har Magnus varð settur inn.
Spennandi bíðitíð
“Durid” kom til Hirtshals seinnapartin mikudagin og tað var klárt at landa beinanvegin; sjálv sølan fór fram fríggjamorgunin, og teir gjørdu eina sera góða sølu: 523.536 krónur fyri 5.400 kassar, men hetta máttu vit dylja sum morð.
T.v.s., at fiskurin var seldur áðrenn rættarfundurin var settur klokkan 10. Vit gjørdu sjálvandi einki fyri at kunna um hetta. Men sølurnar í Hirtshals vóru almennar, og tað er rættiliga løgið, at tað skuldi eydnast at halda tað dult.
Skiparin sat í fangatippi
Sum nevnt bleiv skiparin beinanvegin settur í fangatippi.
Hvar fangahúsið var, minnast vit ikki nú. Tað kundi verið líkt til, at talan var um eina gamla borg, og klivin, har sum skiparin sat, minti um myndir ein hevur sæð av fangarúmum í kjallaranum á Kronborg.
Rúmið var stórt og runt. Gluggi var eingin og tað var grót allar vegir. Og høgt var til loftið. Loftið var evna til sum hválv. Og gólvið helti alt ímóti miðjuni.
Við ein vegg var ein brík til fangan at sova á. Ein wc-kumma stóð sum eitt ópyntað jólatræ mitt á gólvinum. Ein ljóspera var, og hon hekk niður undan miðjuni á loftinum, ber og uttan nakað uttanum. Og eitt vask var einastaðni úti við veggin.
Tað kendist berligt og út av lagi óunniligt í klivanum. Vit vitjaðu skiparan hetta kvøldið og bóru honum ymiskt, sum hann ynskti sær, t.d. Bíbliuna og sigarettir. Eisini fekk hann ymiskt at bjálva seg við.
Tað var skiparin, sum var dømdur: hann skuldi sita 2 mánar ella gjalda 200.000 krónur. Hetta var nógvur peningur tá, kanska 2 mill. í okkara krónum. Tann hugsanin var frammi, at tað hevði loyst seg, um skiparin vildi sita teir 2 mánarnar. Hann kundi fingið góða løn, t.d. fjórðingin av upphæddini; so kundi reiðaríið spart restina …
Men har var einki at gera. Tað var ein sannur torturur at sita har, og tað bleiv avgjørt at gjalda tær 200.000 krónurnar beinanvegin og fáa skiparan leysan!
Soleiðis varð gjørt, og tað bleiv borið skjótt at. Dagin eftir, fríggjadagin 28. januar fóru vit allir 6 úr Lerwick beint aftaná døgurða til Sumberg Head flogvøllin, har sama flogfarið, sum fleyg okkum niður, nú stóð aftur fyri okkum at flúgva okkum heim. Vit vóru 6 mans, harafturat kom sjálvandi flogskiparin. Flogfarið mundi vera nakað lítið, tí har var ógvuliga trongt at sita. Veðrið var ringt hendan dagin, men klokkan 15.45 lendu vit í øllum góðum í Vágum.
Tað kann skoytast uppí, at “Durid” fór úr Hirtshals til Føroya. Og mánadagin fóru teir so aftur nýggjan túr.
Tað kundi veriðmikið verri
Hetta var sjálvandi ein smeitur fyri reiðaríið. Men ymiskar umstøður gjørdu, at vit sluppu við “skrekkinum”.
Hetta var fyrsti “tilburðurin” av hesum slag, eftir at ES-fiskivinnureglurnar vóru settar í gildi í Bretlandi, og ókunnleiki hjá bretsku myndugleikunum er helst ein partur av frágreiðingini.
Aftaná var sagt frá alment, at her vóru mistøk gjørd, og tað skuldi ikki henda seg aftur, at skip á hendan hátt skuldi sleppa undan…
At skipið ikki var tøkt, mundi gera sítt til, at einki varð talað um at leggja hald á fiskireiðskapin, sum hevði eitt milliónavirði.Og høvdu teir vita um søluna í Hirtshals, hevði bótin ivaleyst verið munandi størri. Up Helly-Aa haldið hesar dagar kom satt at siga ikki illa við hjá okkum!
Úrslitið kundi vissuliga verið mikið verri ….
Manningarlisti hjá Durid:
Magnus Justesen, Norðdepli
Osvald Sivertsen; Norðdepli
Frimodt Rasmussen, Klakksvík
Regin í Kunoy, Kunoy
Karl Isaksen, kokkur, Klakksvík
Elmar Absalonsen, Klakksvík
Kjartan Tómasson, Klakksvík
Kjartan Sivertsen, Norðdepli
Torbjørn Justesen, Norðdepli
Júst Justesen, Norðdepli
Jákup Dam Simonsen, Gøtu
Jógvan Rasmussen, Klakksvík
Leivur Fuglø, Hattarvík
Albert Poulsen, Innan Glyvur
Sylverius Hansen
Hans Poulsen, Hvalvík




