“Torra” egna skemt, skrøgg og sangir. ROBERT & HILMAR JAN siga frá, syngja og spæla í Spaniastovu leygarkvøldið 18.februar kl 22.00.
Alla hesa øldina hava Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen – við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli – í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum.
Nú kunnu teir so eisini upplivast á palli í Spaniastovu, har teir – bæði saman og hvør sær – borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.




