Líka síðani R7 byrjaði at senda í november 2015, hevur Norðlýsið havt sínar føstu sendingar á R7 hvønn fríggjadag, men í sambandi við eigaraskiftið á Norðlýsinum er avtalan millum R7 og gomlu eigararnar søgd upp. Tí sendir Norðlýsið ikki á R7 í dag.
Um nýggju eigararnir fara at taka táttin uppaftur, ella R7 sjálvt fer at gera sendingar úr Klaksvík er ikki endaliga avgjørt enn.




