Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bachelor í Kina og starvslesandi í Vinnuhúsinum

Helgi Abrahamsen

Seinasta hálva árið hava Jóhanna Magnusardóttir úr Havn og Dávid Fossdalsá úr Klaksvík verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

Seinasta hálva árið hava Jóhanna Magnusardóttir úr Havn og Dávid Fossdalsá úr Klaksvík verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

Tey tóku bæði bachelorprógv í Kina seinasta summar í ávikavist altjóða viðurskiftum við kinesiskum og altjóða búskapi og samskifti, og tey hava síðani verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

”Fólk halda ofta, at starvslesandi mest gera kaffi og taka telefonina, og soleiðis havi eg eisini skilt, at tað hevur verið hjá nógvum av mínum floksfelagum í Kina. Tí hevði eg ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi fáa so nógvar góðar royndir burtur úr at vera í starvslæru í Føroyum,” sigur Jóhanna við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Vinnuferð í Kina

Við sínum royndum úr Kina samskipaðu Dávid og Jóhanna, saman við starvsfólkum úr Vinnuhúsinum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, vinnuferðina til Kina, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, stóð á odda fyri í heyst. Við á ferðini vóru 14 føroyskar fyritøkur, og fylgið taldi íalt 30-35 fólk.

”Vit vóru partur av toyminum, sum samskipaði ferðina, og so vóru vit eisini til taks á túrinum. Aftaná ferðina hava vit eisini skrivað eina drúgva vegleiðing um vinnuferðir, sum kann vera ein beinagrind til framtíðar ferðir, umframt at skriva ferðafrásøgnina frá ferðini,” greiðir Dávid frá.

Ikki bara kunnleikin um Kina

Men tað er ikki bara kunnleikin um Kina, ið geva spennandi avbjóðingar til starvslesandi í Føroyum. Jóhanna og Dávid hava eisini gjørt nógv kanningararbeiði í Vinnuhúsinum.

Heimafturkomin úr Kina kannaðu tey tørvin á útbúgvingini ”byggismiður” fyri Føroya Handverkmeistarafelag og vóru í samband við fleiri enn 100 fyritøkur, skrivaðu eina stutta frágreiðing, sum hevur verið til umrøðu í Yrkisútbúgvingarráðnum og liggur nú og bíðar eftir meiri viðgerð í Mentamálaráðnum.

Tú fært veruligar uppgávur í Føroyum

Jóhanna vísir á, at hon ofta hoyrir, at tey, sum hava starvslæru sum kravdan part av lestrinum og fara til Føroya, siga, at teirra floksfelagar næstan øvunda teimum uppgávurnar í Føroyum, tí eingin sleppur at gera so nógv og fáa so nógva ábyrgd sum tey, sum eru í starvslæru í Føroyum.

”Mær hevur til dømis dámt rættiliga væl at roynt at havt ábyrgdina av heimasíðuni leinkjan.fo, sum Vinnuhúsið umsitur, og facebook bólkinum, sum hoyrir til. Eg eri veruliga sloppin at royna míni grafisku- og marknaðarførsluevni,” sigur hon.

”Vit hava við einum miðvísum arbeiði fingið fleiri verkætlanir, lestrarstørv og praktikkstørv á heimasíðuna, kunna viðkomandi aktørar – bæði lesandi og onnur – og uppraðfest facebook síðuna hjá Leinkjuni, sum hevur fingið meiri enn dupult so nógvar fylgjarar, og nú røkkur longur út millum lesandi,” leggur Dávid aftrat.

Jóhanna og Dávid hava havt nógvar aðrar uppgávur hesa tíðina, meðan tey hava verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

“Vit hava eisini hjálpt til við øðrum fyrifallandi uppgávum, verið við og umboða Vinnuhúsið á ymiskum fundum m.a. á Jobmatch umframt verið til taks, tá tørvur hevur verið á okkum, men hetta er sovorðið, sum hoyrir til at arbeiða í Føroyum. Tað gera øll – ikki bara starvslesandi,” sigur Dávid.