Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trolbáturin Dragasund verður línubátur

Helgi Abrahamsen

Dragasund liggur í Klaksvík, har Pomek stendur fyri arbeiðinum at umbyggja bátin.

Trolbáturin Dragasund verður í løtuni umbygdur til línubát. Dragasund liggur í Klaksvík, har Pomek stendur fyri arbeiðinum at umbyggja bátin. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt í apríl.

”Grundin er einføld tann, at tað er nærum ógjørligt at fáa nøktandi rakstur í vinnuna hjá Dragasundi og hjá smærru trolbátunum,” sigur Bjarni Kass, reiðari.

Dragasund kom í føroyska flotan í 2002. Tá var hann nýbygdur og kallaðist Norðleivur. Báturin er 17,8 m. langur, 5 m. breiður og hevur ein 425 HK Mitsubishi motor.

Í 2011 varð hann seldur og fekk navnið Dragasund. Seinni varð hann aftur seldur, men varðveitti navnið. Nú er Dragasund komin í eitt nýtt felag, sum eitur P/F Fiskivarði. Eigarar eru Bjarni Kass, P/F Tindur og Fróði L. Ejdesgaard.

Dragasund fer nú at eita Fiskivarði, og seks mans verða við.

Skipari verður Fróði Leivsson Ejdesgaard.

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin

Harleywoodpaint