Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upsabátarnir høvdu eina góða viku

Oliver Joensen

Síðasta vika var góð hjá stóru snellubátunum. Karlamagnus hevði 27.000 pund, Sigurdfari hevði 20.000 pund og Havsbrún hevði 30.000 pund.

Magnus Johansen sigur, at hetta kemur væl við og at hetta er fyrsti túrurin hjá sær við Karlamagnusi í ár. 

Tað var stórur og góður fiskur vit fingu og tað var nógvur fiskur at fáa. Eisini vóru nakrir toskar upp í millum, so tað sær spennandi út fyri framman. Beint nú er ikki veður, men vit fáa kanska tveir dagar í vikuni. Upp undir vikuskiftið verður illveður aftur, sigur Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus.