Í ellivu ár hevur Klaksvíkar kommuna bjóða inn til Torradagar og undirtøkan veksur á hvørjum ári. Tað var ein sera væl samansett skrá har øll tiltøkini eydnaðust sera væl. Mongu og fjølbroyttu tiltøkini vóru væl vitjað av fólki úr Norðoyggjum og úr øllum Føroyum.
Úr rúgvuni av tiltøkum kann nevnast kjaktingið um fiskivinnupolitikkin, sum var á Skúlatrøð við gløggu og beinraknu vertunum Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen. Kjaktingið var væl vitjað og er sera aktuelt nú nýggj fiskivinnuskipan er væntandi fyrsta dagin. Kringvarpið spenti seg út við at miðla frá fundinum bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.
Tað vóru ikki bert politikararanir sum sluppu til orðanna, tí hesaferð var eisini kjakfundur har umboð úr fiskivinnuni góðu síni boð uppá hvussu fiskivinnan best verður rikin. Flestu skipabólkar og aktørar sluppu framat í fullsettu miðhøllini á Skúlatrøð og huglagið var bæði álvarsamt og skemtiligt.
Hópin av áhugaverdum fyrilestrum vórðu eisini á skrá, m.a. í Smæruni har Bergur Jacobsen, prestur hugleiddi um barnaminni á Stongunum. Smæran var eisini karmur um fyrilestur um grindabátar í Norðoyggjum.
Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast tónleikatiltøk, listaframsýningar, siðsøguligur gongutúrur og spenanndi framløgur
Torradagar verða fyriskipaðir av mentanardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Dávur Winther er maðurin handan Torradagarnar og skal ein serlig tøkk veitast honum fyri eitt megnar tiltak hesi seinastu mongu árini.




