Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næmingar vitjaðu Tekniska Skúla

Jóhann Lutzen

Tað er í hesum døgum at næmingar í fólkaskúlunum skulu gera av hvønn skúla tey skulu velja eftir summarfrítíðina

Tekniski Skúli í Klaksvík kunnar regluliga um sínar útbúgvingar. Tekniski Skúli bjóðar bæði miðnámsútbúgvingar, nevnd Tøknibreyt og yrkisútbúgvingar, nevnd Yrkisnám til næmingar. Skúlin er júst blivin útbygdur soleiðis at Fyrireikingarbreytin, gamla HF,  og Matvøruútbúgvingin, gamli kokkaskúlin, nú eisini halda til. 

Fyrrapartin hevði Tekniski Skúli vitjan av 9. floks næmingum á Skúlatrøð, sum spentir sótu og lurtaðu ímeðan Hanna Ziskason og Per Jacobsen greiddu frá um útbúgvingarmøguleikarnar. Næmingar sum longu ganga á Tekniska Skúla eru eisini við og greiða eldhugaði frá útbúgvingunum og sosiala felagsskapinum á skúlanum. Næmingarnir vísa ymiskt sum tey gera á Tekniska skúla og fólkaskúlanæmingarnir fylgja væl við. 

Skúlin er vælumtóktur ímillum tey ungu, m.a. tí at talan er um ein vistarskúla har tey ungu hava møguleika fyri at royna seg í egnum bústaði. 

Nærri kunning um útbúgvingar v.m. á Tekniska Skúla sæst á heimasíðu skúlans her.