Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

27 ár síðani fyrstu Klaksvíkskappingina

Jákup Ósá

Komandi vikuskiftið verður árliga Klaksvíkskappingin.

Komandi vikuskiftið verður árliga Klaksvíkskappingin.

Talan er um søguliga kapping, tí hon hevur heili 27 ár á baki nú. Sambært Norðlýsinum í 1992, so byrjaði kappingin í 1990. Hon hevur verið tey flestu árini, men fyri fýra ár finst eingin kunning í savninum um, hvør vann og helst hevur eingin kapping verið hesi árini vegna keðiligt veður, tí fleiri ferðir er kappingin avlýst vegna kava. Seks feløg hava roynt at vunnið Klaksvíkskappingina. Tey eru KÍ, GÍ, HB, B68, EB/Streymur og B36. Tí kunnu vit fáa ein vinnara í ár, sum ikki hevur vunnið kappingina áður. Tí tvey av teimum fýra liðunum í ár – Víkingur og NSÍ – hava ongantíð vunnið Klaksvíkskappingina. Fyrstu árini hevði kappingin ein annan kappingarleist enn í dag, men fyri tað mesta og øll tey seinastu árini hevur kappingin verið millum KÍ og so trý tey bestu av hinum liðunum frá árinum fyri. Okkurt árið hava umstøður gjørt, at okkurt ella fleiri av teimum bestu ikki hava kunnað møtt upp, og tá hava onnur feløg spælt ístaðin.

Úrslitini frá Klaksvíkskappingini gjøgnum tíðina:

2016: B36 (Víkingur nr. 2)

2015: KÍ (HB nr. 2)

2014: HB (KÍ nr. 2)

2013: HB

2012: B36 (EB/Streymur nr. 2)

2011: EB/Streymur (HB nr. 2)

2010: B68 (ÍF nr. 2, men her luttóku ikki tey bestu liðini frá árinum frammanundan skal sigast)

2009: HB

2008: EB/Streymur (KÍ nr. 2)

2007: HB (EB/Streymur nr. 2)

2006: KÍ (B36 nr. 2)

2005: KÍ (B36 nr. 2)

2004: KÍ (B68 nr. 2)

2003: KÍ (GÍ nr. 2)

2002: GÍ (KÍ nr. 2)

2001: HB (KÍ nr. 2)

2000: GÍ (KÍ nr. 2)

1999:

1998:

1997:

1996: GÍ

1995:

1994: KÍ (ÍF nr. 2)

1993: KÍ

1992: KÍ (B68 nr. 2)

1991: GÍ

1990: KÍ