Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnuunglingarnir hjá Mjølni í steypafinaluni

Tíðindaskriv

Sunnudagin 26. februar kl. 16.45 spæla kvinnuunglingarnir hjá Mjølni steypafinalu á Hálsi í Havn.

Sunnudagin 26. februar kl. 16.45 spæla kvinnuunglingarnir hjá Mjølni steypafinalu á Hálsi í Havn. Mjølnir skal spæla móti ÍF, sum, eins og Mjølnir, hava fleiri spælarar, sum eisini spæla í meistaradeildini.

Á liðnum hjá Mjølni eru Anita Gregersen, Marjun Elida í Gong, Lovisa Richardsdóttir, Sirið Anthoniussen, Ása Frederiksberg, Ana Bogdanovic, Vivia Jóannesdóttur Leivsgarð, Erika Johnsdóttir Færø, Amanda Johannessen, Rannvá Danbjørg Heinesen, Maria Bech Nielsen, Alberta Árnadóttir, Joan Marsten og Aleksandra B. Skálagarð. Venjararin er Bojan Drobnjak, sum eisini er venjari hjá meistaradeildini.

Mjølnir væntar, at steypafinalan verður jøvn og spennandi, og kvinnuunglingarnir vóna, at nógv fólk fara til Havnar sunnudagin at stuðla teimum kl. 16.45 í Ítróttarhøllini á Hálsi.