Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pia Kjærsgaard verður 70 ár í dag

Helgi Abrahamsen

Forkvinnan í fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, fyllir 70 ár í dag.

Forkvinnan í fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, fyllir 70 ár í dag.

Pia Kjærsgaard hevur havt eina óvanliga yrkisleið í politikki. Hon verður lýst sum kenslusom, ærukær, men samstundis eisini rættiliga provokerandi. Fyrstu árini á Christiansborg vóru tað ikki mong sum góvu sær far um hana, og seinni var hon politikarin sum eingin vildi tosa við. Men hetta broyttist alt, og seinastu mongu árini hevur hon havt avgerandi týdning fyri samansetingina av donskum politikki, og nú er hon fyrsta kvinna, sum er vald í formanssessin á fólkatingi.

Pia Kjærsgaard hevur ikki langa útbúgving, og hon arbeiddi sum heimahjálp, tá hon í 1980 gjørdi av at fara uppí politikk, og hesa bakgrundina hevur hon onkuntíð brúkt í politikki. Í fyrsta valstríðnum, eftir at hon og onnur høvdu stovnað nýggja flokkin, Dansk Folkeparti, nýttu tey eina plakat við tekstinum ”Danmarks hjemmehjælp”.

Í 1984 varð hon vald á fólkating fyri Framburðsflokkin, og har var hon politiskur leiðari í 10 ár. Men sum tíðin fráleið bleiv nógv innanhýsis stríð í flokkinum, og hetta endaði við, at Pia Kjærsgaard, Kristian Thulesen Dahl, Ole Donner og Poul Nødgaard stovnaðu nýggjan flokk. Har var hon formaður til 2012.

Føðingardagin heldur Pia Kjærsgaard við eini móttøku í Fælessalen á Christiansborg í dag.