Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spakin verður settur í fyri nýggjum skúla í Fuglafirði

Helgi Abrahamsen

Mikudagin 1. mars verður spakin settur í fyri nýggja skúlanum í Fuglafirði. Skúlin verður bygdur í økinum, har verandi skúli stendur.

Mikudagin 1. mars verður spakin settur í fyri nýggja skúlanum í Fuglafirði. Skúlin verður bygdur í økinum, har verandi skúli stendur.

Hátíðarhaldið byrjar henda dagin klokkan 13, tá Sonni á Horni, borgarstjóri bjóðar vælkomin og setir spakan í saman við næmingum úr 1. flokki.

Bjóðað verður síðani inn í fimleikarhøllina, har okkurt gott verður at fáa.

Ólavur Thomsen, skúlastjóri, og umboð fyri næmingarnar halda røðu.

Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen frá MAP arkitektum fara eisini at greiða frá verkætlanini.

”Øll eru hjartaliga vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk til hesa hátíðarløtu,” sigur Fulgafjarðar kommuna á heimasíðu síni.

Nýggi skúlin skal eftir ætlan verða liðugur á sumri 2020. Kostnaðurin er mettur til 101 mió. krónur.