Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teitur Samuelsen: Eg haldi at vit náddu tað

Helgi Abrahamsen

”Fyrireikingarnar til Eysturoyartunnilin hava gingið sera væl, og øll sum hava arbeitt við ætlanini hava verið málrættaði um, at tíðarætlanin skuldi haldast,” sigur Teitur Samuelsen

”Fyrireikingarnar til Eysturoyartunnilin hava gingið sera væl, og øll sum hava arbeitt við ætlanini hava verið málrættaði um, at tíðarætlanin skuldi haldast,” sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.

”Fíggingin var tað avgerandi fyri, um tað fór at eydnast ella ikki, og vit skuldu eisini skunda okkum at fáa fíggingina, meðan rentan var lág, og eg haldi at vit náddu tað,” sigur hann.

Norðlýsið hitti Teit í Bygdarhúsinum á Strondum, týsdagin, í sambandi við at fyrsta skotið til tunnilin varð latið av.

Teitur sigur, at málið nú er at skjóta upp til 3 skot um samdøgrið, og fyri hvørt skotið økist longdin á tunlinum við umleið 5,5 metrum.

”Tað er ilt at siga, nær skotið verður ígjøgnum, tí tað veldst alt um, hvussu tilfarið er. Onkuntíð verður steðgur í, hvar ið tað skal tryggjast, og betong verður sproytað inní fjallið o.s.fr. Men eg skjóti uppá, at vit koma ígjøgnum um 2 ½ ár,” sigur Teitur.

Ein stórur dagur

Vit spurdu Teit um dagurin tá fyrsta skotið varð latið av var ein stórur dagur.

”Ja eg haldi at hetta er ein stórur dagur. Tað er í hvussu so er ein rættiliga stórur dagur á Strondum og á Skálafjørðinum sum heild, og kanska fyri allar Føroyar, nú gongd kemur á hetta arbeiðið,” sigur hann.

”Hetta fer at broyta samfelagið og kanska at skapa nakrar møguleikar, sum vit ikki hava frammanundan,” sigur Teitur.

Fyrsta skotið á Hvítanesi verður latið av um umleið ein mánað.