Hann hevur spælt við ÍF í 10 ár, men fer nú at royna seg í øðrum felagi.
Hann hevur spælt við ÍF í 10 ár, men fer nú at royna seg í øðrum felagi.
35 ára gamli Nenad Saric kom til ÍF í 2006 og hevur spælt har síðani. Í 2016 spældi hann tó bara í 2.deild, har hann bleiv toppskjútti i deildini við 16 málum í 16 dystum. Søgur hava gingið um, at hann møguliga fór at taka eitt tørn aftur á besta liðnum hjá ÍF, men nú er greitt, at Nenad fer at royna nýggjar leiðir. Skála boðar nevniliga frá, at Nenad Saric fer at vera leikandi hjálparvenjari hjá 2.deildarliðnum hjá Skála.
Skála endaði í fjør á 3. plássi í 2.deild.




