Klaksvíkar handilsfelag boðar limum sínum til fundar á Norðlýsinum týsmorgunin, ímorgin kl. 8:30. Umráðandi er at so nógvir limir sum gjørligt møta og at tey, sum umboða limirnar kunnu taka avgerð
Klaksvíkar handilsfelag boðar limum sínum til fundar á Norðlýsinum týsmorgunin, ímorgin kl. 8:30. Umráðandi er at so nógvir limir sum gjørligt møta og at tey, sum umboða limirnar kunnu taka avgerð
Á skrá er frágreiðing um farna árið og nýtt sjálvirkandi talgylt gávukort verður lagt fram.
Eisini verður tosað um møguligt nýtt átak.
—–
Í samband við Tunnilsdagin leygardagin:
Ætlanin er at geva eitt serligt tunnilsblað út fríggjadagin 3. mars, sum kemur í øll heim í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Fundurin byrjar kl. 08.30 uppi á Norðlýsinum.




