Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KFUM & K Klaksvík – Vika 9

KFUM & K í Klaksvík

Tiltøk hjá KFUM & K í Klaksvík í viku 9

Mánadag
Kl.19.00-21.00:  “Handverk” Vit samlast 14. hvønn dag, mánadag í ólíka viku, at gera ymiskt handaligt í KFUM & K. Allir menn fáa sms mánadag, so um ein ikki fær sms, smsa so til 212480.

Mikudag
Kl. 20.00:  Bíbliutími. Oluffa Andreassen lesur Job kap. 18-19.

Hósdag
Kl. 17.30:  Juniormøti fyri tey, sum eru frá ca. 5.-7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, sms so navn og nr til 212480.
Kl. 20.00-21.30:  Gospelkórið “Sola Gratia” venur ikki, men syngur á Glyvrun til missionsvikuna.


Fríggjadagur
Juniorlega í Nesvík. Juniorarnir fáa sms nær tit fara og koma aftur.


Sunnudag
Kl. 14.00:  Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná.

Kl. 17.30:  Bønarløta.
Kl. 18.00:  Møti við John Myllhamar. Streingjakórið syngur. Barnaansing er undir møtinum.
Kl. 20.30:  Ungdómsmøti við Pól Jóhannessen. Evni: “Freisting”.

Øll hjartaliga vælkomin!
 

Harleyfacadeacryl