Sum skilst er langt ímillum tað, sum landstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil og Sambandsflokkin og tí er einki nýtt frá Suðurfrontinum.
Í 1914, tá herðdeildirnar hjá týska keisaranum, fóru um markið inn í Luxenburg, byrjaði fyrri heimsbardagi, og skjótt læstust bardagarnir, millum týsku deildirnar øðrumegin, og fronsku og bretsku deildirnar hinumegin. Eitt nýtt hugtak, vestur hermóti “Vestur-fronturin”, bleiv ímyndin av fæst læstu bardøgunum, sum strektu seg frá Sveiziska markinum til Norðsjógvin. Í hesum fast læsta bardagnum vóru nógv nýggj vápn uppfunnin og tikin í brúk, m.a. kemisk vápn, flogfør og tanks.
Bardagin um føroyska fiskatilfeingið, sum serliga gongur fyri seg á “Suðurfrontinum”, hevur seinastu vikurnar verið eins fastlæstur, sum bardagarnir vóru á Vesturfrontinum. Í bardaganum um føroyska fiskatilfeingi, eru tó eingi nýggj vápn uppfunnin. Landstýrismaðurin hevur samstundis, sum hann hevur samráðst við Sambandsflokkin, brúkt tey “góðu gomlu” vápnini, við at keypt sær undirtøku frá sínum egnu, fyri at fáa so stóra undirtøku, sum gjørligt fyri síni egnu vision.
Velur landstýrismaðurin at halda seg til ein lítlan meiriluta, samgonguna, er spurningurin hvussu dýrt eitt nú Suðuroyar tingmennirnir og vestmenningurin í samgonguni, hava selt seg. Alt hetta ferð viðgerðin í løgtinginum at avdúka.
Sum skilst er langt ímillum tað, sum landstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil og Sambandsflokkin og tí er einki nýtt frá Suðurfrontinum.
Hóast samfelagsstøðan og fólka fráflytingin í Suðuroyggini er álvarslig, og suðuroyartingmennirnir tí eru dýrir at “keypað”, eru tað fleiri sum visa á at orsøkin til at so fá veiðurættindi eru í Suðurøkinum, eru at hesir hava selt síni loyvi til tey, sum hava bygt seg upp í norðurøkinum. Tí er tað skeivt at løgtingið skal lógeva rættindi frá teimum, sum hava keypt fyri at geva aftur til tey, sum hava selt.
Landstýrismaðurin skal leggja uppskot fyri tingið, í seinastalagið kl. 14 seinrapartin, og tá byrjar telvingin av álvara í løgtinginum.




