Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin í klønum tráði

Helgi Abrahamsen

Nú freistin at leggja uppskot fyri løgtingið í hesi tingsetuni er farin, er uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan ikki komið í løgtingið.

Nú freistin at leggja uppskot fyri løgtingið í hesi tingsetuni er farin, er uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan ikki komið í løgtingið.

Tað hevur ljóðað, at orsøkin til hetta skal vera, at landsstýrismaðurin vil heldur arbeiða víðari við uppskotinum til mánadagin, men Norðlýsið hevur skilt, at trupulleikin er meira tann, at ikki øll í Javnaðarflokkinum taka undir við uppskotinum.

Samráðingarnar sum hava verið við Sambandsflokkin hava bygt á ta útgangsstøðið, at um ikki øll í samgonguni taka undir við uppskotinum, so tekur Sambandsflokkurin heldur ikki undir við tí. Á tann hátt hevur Sambandsflokkurin tryggjað sær, at málið skal vera ein breið semja og ávirkan og ikki ein spurningur um at bjarga samgonguni, ella at lova onkrum samgongulimi at ”spæla fríspæl”, sum tað vanliga verður kallað.

Fiskivinnunýskipanin er helst størsta málið hjá sitandi samgongu at fáa loyst, so um ikki øll í samgonguni eru við í eini loysn, kann hetta lættliga gerast endin á samstarvinum.

Nú vanliga freistin er farin, verður í øllum førum neyðugt at øll 17 í samgonguni skriva undir, at máli kann leggjast fram. Andstøðan fer neyvan at lata nakra undirskrift, fyrr enn 17 nøvn eru komin á pappírið. Eydnast hetta ikki, kann málið ikki leggjast fyri tingið fyrr enn á ólavsøku. – Tá eru 5 mánaðir eftir, til øll loyvini ganga út.