Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Odd Færø formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

Tíðindaskriv

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði aðalfund 15. februar, har fleiri nýggj andlit vórðu vald í nevndina.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði aðalfund 15. februar, har fleiri nýggj andlit vórðu vald í nevndina. 

Bjørg Dam, sum var forkvinna í felagnum, stillaði ikki upp aftur, og nývaldur formaður í nevndini er Odd Færø. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Odd Færø
Næstforkvinna: Theresa Turidardóttir Kreutzmann
Kassameistari: Vølundur Lognberg
Miðlarøkil/skrivari: Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð
Limarøkil: Bente Kjær

Varanevndarlimir: Katrin Gaard, Djóni Nolsøe Joensen og Høgni Joensen

Nevndin ætlar at arbeiða fyri endamáli felagsins, sum er at at virka fyri at gera fólk kunnug við endamál javnaðarmanna, at fylkja Føroya Fólk um demokratisku sosialismuna í stríðnum fyri politiskum og búskaparligum frælsi og at virka fyri javnaðarstevnuni og stilla upp til løgtings-, kommunu- og fólkatingsval.

Harafturat ætlar nevndin at skipa fyri fleiri tiltøkum fyri limirnar í felagnum, soleiðis at limirnir javnan kunnu hittast til politiskt prát og hugna.