Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svartkjaftaprísurin er lækkaður munandi

Helgi Abrahamsen

Avreiðingarprísurin á svartkjafti er munandi fallin seinastu tíðina. Tað skrivar felagið Nótaskip á heimasíðu síni.

Avreiðingarprísurin á svartkjafti er munandi fallin seinastu tíðina. Tað skrivar felagið Nótaskip á heimasíðu síni.

Í fjør var meðalprísurin, sum føroysku skipini fingið millum 2 krónur og 2,20 krónur, og á norsku uppboðssøluni var meðal avreiðingarprísurin í fjør 2,30 danskar krónur.

Í løtuni fáa skipini 1,50 krónur, tá landað verður til Havsbrún, og sagt verður at prísurin helst fer at lækka enn meira. Føroysk skip sum hava landað í Skotlandi í ár, hava fingið 1,40 krónur.

Í fjør var tilfeingisgjaldið fyri svartkjaft 20 oyru, sum svaraði til umleið 9 prosent av søluprísinum í meðal. Við einum munandi lægri avreiðingarprísi verður tilfeingisgjaldið eitt munandi hægri prosenttal av søluprísinum.

Útreiðslurnar av at fiska svartkjaft eru munandi hægri enn í øðrum pelagiskum fiskiskapi við atliti til oljunýtsluna.