Serliga páskabryggið hjá Føroya bjór kemur á marknaðin í dag
Serliga páskabryggið hjá Føroya bjór kemur á marknaðin í dag
Føroya Bjór Páskabryggj hevur sína egnu siðvenju tá talan er um Páksabryggið og 3. mars kemur Føroya Bjór Páskabryggj á marknaðin. Hetta fara vit at halda við einum ordans braki. P-dagurin verður hildin á skeinkistøðum kring landið.
Um Páskabryggið:
Várið er í nánd og eisini ljósari tíðir.
Páskabryggið 2017 er bryggjað við stórum eldhuga. Nógv er gjørt fyri at fáa bestu góðsku og smakk.
Tann besta rávøran er sett neyvt saman, fyri at fáa eitt gott samanspæl og eina góða javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni.
Siðvenja er at skeinkistøðini í Klaksvík hava serliga góð Páskabrygg tilboð:
Kl. 19.00 Café Fría
Kl. 20.00 Maverick
Kl. 21.00 Jaquson
Kl. 22.00 Roykstovan




