KÍ málverjin hevur ongan venjingardyst spælt enn í ár.
KÍ málverjin hevur ongan venjingardyst spælt enn í ár.
Ársins málverji í Effodeildini 2016 fekk ein álvarsligan skaða í armin undir einari landsliðsvenjing beint eftir kappingarlok í fjør. Hetta gjørdi, at hann mátti binda frið í longri tíð. Tí var tað kanska heppið í óhappinum, at kappingin júst var endað. Tá KÍ byrjaði regluligar venjingar í januar mánaða, so kundi hann ikki venja við fullari ferð saman við hinum. Hann hevur tó kunnað vant fyri seg sjálvan, men tá dystir hava verið, so hevur hann ikki kunnað spælt nakran venjingardyst. Í hesi vikuni hevur hann vant við fullari ferð aftur og er nú tøkur at spæla dystir. Tí hevur KÍ fyri fyrstu ferð í ár møguleikan at hava Kristian Joensen í málinum í stórsteypadystinum leygarkvøldið.
Víkingur og KÍ spæla stórsteypadyst leygarkvøldið á Tórsvølli kl. 19.00.




