Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur vann uppiborið stórsteypið

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Tað var í tráð við leikgongdina, at Víkingur vann stórsteypadystin móti KÍ.

(Dystarfrásøgn) Tað var í tráð við leikgongdina,at Víkingur vann stórsteypadystin móti KÍ.

(Dystarfrásøgn) Leygarkvøldið varstórsteypadystur á Tórsvølli millum Víking og KÍ. Gott 400gjaldandi áskoðarar sóu dystin, sum var spældur í frálíkumlíkindum. Víkingur byrjaði sum vit kenna teir í eini 4-2-3-1uppstilling, har einki óvæntað var. KÍ byrjaði við eini 3-4-3líknandi uppstilling, har fleiri leikarar spældu á plássum, sumteir ikki hava roynt so ofta fyrr. Atli Danielsen spældi til vinstruí trýmans miðverjuni, Jákup B. Andreasen spældi sum vinstrivongbakkur, Jóannes Bjartalíð spældi sentralt á miðvøllinum ogAlbert Adu spældu sum vinstri vongur.

KÍ byrjaði betri og hevði teirmøguleikar sum vóru í dystinum fyrra partin av fyrra hálvleiki.Men sum fráleið kom Víkingur betri við og tók yvir. Beint áðrennhálvleik legði Gunnar Vatnhamar Víking á odda, eftir at hanneftir innlegg slapp leysur í brotssteiginum av Atla Danielsen og Jákup B. Andreasen. MenKÍ fekk javnað beint eftir hálvleik, tá Dion Splidt skoraði viðgóðari hjálp frá málverjanum hjá Víkingi, Elias Rasmussen. KÍbroytti eisini leikskipan og fór at spæla meira 4-4-2 líknandi íseinna hálvleiki. Men í seinna hálvleiki tók Víkingur yvir ogsat til tíðir tungt á dystinum, meðan KÍ hevði sera trupult viðat spæla seg til møguleikar. Sigursmálið hjá Víkingi kom íseinasta minuttinum. Jonas F. Rasmussen fekk ikki skallað bóltinnóg væl burtur og so stóð Sølvi alt ov leysur og kundi skoraðtil 2-1 uttan møguleika hjá Meinhardt Joensen, sum var millum fáuKÍ leikararnar sum spældi væl, at bjarga.

Betri upplagt Víkinga lið –Vánaligur dagur hjá KÍ

Víkingur hevur fingið nakað avkritikki fyri m.a. Klaksvíkskappingina og tað av røttum, tí tásá tað ikki gott út. Men nú sá ein, at Víkingar eru klárir tillandskappingina, tí avrikið í stórsteypadystinum var gott ogVíkingur vann fult uppiborið, hóast talan var um ein rímiliga javnan dyst sæð yvir 90 minuttir. Fróði Benjaminsen spældi vælviðsíðuna av Atla Gregersen í miðverjuni, meðan SølviVatnhamar aftur var á støðinum frá í fjør. Hann skoraði oglegði upp. Hjá KÍ var talan helst um vánaligasta dystin av øllumdystum, sum liðið hevur spælt í ár. Tað var ikki nógv sumriggaði hjá KÍ, men klaksvíkingar kunnu fegnast um, at hendanávaringin kom áðrenn kappingarbyrjan í landskappingini.  

Niðanfyri kann dysturin síggjast. KVF stroymdi dystin.