Seinnapartin fríggjadagin varð boðið til hugnaløtu í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, har væl av fólki møtti. Umframt sang, kakir og kaffi, so hugleiddi Regin Olsen um sjúkrabátarnar, Medicus
Seinnapartin fríggjadagin varð boðið til hugnaløtu í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, har væl av fólki møtti. Umframt sang, kakir og kaffi, so hugleiddi Regin Olsen um sjúkrabátarnar, Medicus
Regin fór aftur til byrjanina av Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum varð liðugt bygt í 1898. Tað vóru privatfólk í økinum her, sum bygdu og fíggjaðu sjúkrahúsið – og var hetta sjálvandi eitt stórt tak. Tó stóð skjótt greitt, at raksturin fór ikki at bera seg.
Hóast løgtingið hevði virðing fyri hesum megnar taki, vildi tað ikki við í rakstrinum fyrr enn væl seinni. Fyri fólk í Norðoyggjum og eystursíðini av Eysturoynni var sjúkrahúsið stórt framstig. Tó mátti sjálvandi farast við opnum báti millum oyggjarnar til sjúkrahúsið, og vóru hesar ferðirnar ofta ikki so tespiligar.
Í 1927 letur so ríkisstýrið byggja tann fyrsta Medicus sum skuldi sigla millum oyggjarnar til lækna- og sjúkrafluttning. Regin vísti eisini myndir frá teimum ymsu bátunum og onkrum ferðum.
Tann næsti Medicus var ein bátur, Grunningur hjá Kjølbro, sum í 1953 varð umbygdur til læknabát og fekk navnið Medicus. Tann síðsti Medicus varð tikin í brúk 1975 – hann bygdi Reynold Jacobsen.
Regin Olsen, sum í tíggju ár sigldi sum maskinmeistari við Medicus, greiddi frá mongum sjúkraferðum, teir høvdu verið. Men ikki minst hevði hann fingið nógv at vita frá monnum, hann hevði fregnast hjá um sjúkraferðir.
Heini Olsen, sum byrjaði at sigla við Medicus í 1959 og var ein góður frásøgumaður – hevði greitt frá nógvum ferðum, sum her er ov drúgvt at koma inn á. Tær finnast aðrastaðni. Nevnt varð m.a. at báturin stundum hevði nógv at gera – tann eina mánaðin høvdu teir gjørt 28 sjúkraferðir, hevði Heini greitt frá.
Bert at sigla av Víkini í Svínoy til Klaksvíkar tók tveir tímar. Var veðrið ikki so gott, so longdi hetta um ferðina.
Fasta manningin upp gjøgnum tíðirnar hava verið Óli á Eiðnum, Andreas á Eiðnum, Hans Pauli Klein, Martin í Toft, Petur í Horni, Heini Olsen, Elias í Vági, Mikkjal Tróndur Hansen og Regin Olsen – eisini vóru ymsir avloysarar til at taka.
Søgur úr Svínoy
Regin segði eisini frá søgum úr Svínoy, har hann vaks upp, at hann minnist sárt umbátin, Medicus, tí stundum lá okkurt ófrættakent við at síggja sjúk fólk verða flutt av bygdini við Medicus.
Men stundum vóru sjúkrasystrar við í bátinum, sum vóru í heilsukanningarørindum úti í oynni ella onkuntíð læknar, sum skuldu koppseta. Tá rýmdu dreingirnir niðanfrá bygdini, fyri ikki at koma í klørnar og hesum ”ókunnufólkunum”.
Einaferð hevði ein drongur fjalt seg inni í einum neysti, fyri ikki at koma undir læknahond. Hann hevði kropið sær uppí bátin og var sovnaður. So ikki fyrr enn móti kvøldi, tá ið farið varð at leita, var stakkals drongurin funnin.
Medicus nýttur til annað enn sjúkraflutning
Teir seinnu Medicus hjálptu eisini til við ferðafólkafluttningi, tá ið ástøð. Var avloysaraskip fyri Barskor og Másan ognkuntíð. Vóru eisini við til útferðir fyri m.a. Kunningarstovuna og starvsfólkaferðir hjá sjúkrahúsinum og í grind eisini.
Regin byrjaði at sigla við Medicus í 1985 og mintist hann við gleði aftur á mongu ferðirnar við Medicus. Teir vóru tveir mans við, skipari og maskinmeistari.
Tó broyttist ferðingarmystrið og samferðslukervið gjørdist so gott, at í 1996 varð báturin seldur til Middelfart, har hann enn ber sama navnið, Medicus.
Jú, tað var serstakt at hoyra mongu søgurnar og hugburðin annars kring Klaksvíkar sjúkrahús, sum báturin/bátarnir vóru ein partur av – ið, sum sagt, varð fíggjað og bygt at fólki higani úr økinum.
Regin er frálíkur frásøgumaður, veit nógv at siga frá og farrin av svínoyamáli hansara ger frásøgnina enn betri. Regin hevur gjørt sær ómak at kenna mongu søgurnar, ið knýta seg at Medicus – hesum týðandi amboði at fremja og røkja heilsuøki í Norðoyggjum og her umvegir.
Takk fyri eina hugnaliga og viðkomandi løtu.




