Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grannakaffi í Uppistovu – øll eru meira enn vælkomin

Oliver Joensen

Í dag savnar Skótalið Nólsoyar Pálls inn  pening fyri Krabbameinsfelagið. Hetta verður gjørt við at Uppistova er opin seinnapartin har kaffi og undirhald verður á skránni. Olivur Thomsen vísir fram úr gestabókunum í Skúvadali. Oliver Joensen vísir myndir og hugleiðir um húsini har eysturi og eisini fer Árni Skaale at tosa um ætlaninar at gera húsið liðugt í vár.

Skráin fyri grannakaffi hjá gulu skótunum sær soleiðis út:

Leygardagin verður Grannakaffi í Uppistovu.

Vit fara at leggja dent á Skúvadal hendan dagin, tvs. at umframt hugna, prát, kaffi, kakur o.a., so fara vit at hava innsløg sum hava tema: Skúvadalur.
Sjálvandi vera bússur, har stúðul til Krabbameinsfelagið kann koyrast í.

Skráin fyri dagin verður hendan:

kl. 14.00 Øll eru vælkomin

kl. 14.30 Olivur Thomsen vísir gestabøkur úr Skúvadali í salinum 

niðuriundir.

kl. 15.00 Tónleikur á loftinum: Hans Hjalti, Eliesar osv.

kl. 15.30 Oliver Joensen vísir myndir úr Skúvadali (á loftinum)

kl. 16.15 Upplegg og samtala um arbeiðsætlanina fyri arbeiði í 

summar eysturi í Skúvadali.

kl. 17.00 Miða eftir at vera liðug.