Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jenis av Rana: Hetta eru bara orð

Helgi Abrahamsen

”Tað er ikki nóg mikið við orðum. Her manglar at fáa orðini til nakað konkret.” Tað segði Jenis av Rana, framsøgumaður hjá Miðflokkinum, undir orðaskiftinum í løgtinginum í dag um heilsuverkið.

”Tað er ikki nóg mikið við orðum. Her manglar at fáa orðini til nakað konkret.” Tað segði Jenis av Rana, framsøgumaður hjá Miðflokkinum, undir orðaskiftinum í løgtinginum í dag um heilsuverkið.

”Tað eru 9 mánaðir síðani hetta álitið varð liðugt skrivað og framvegis er einki av teimum 25 tilmælunum sett í verk,” segði hann.

Hann fýltist á, at landsstýriskvinnan hevur sagt, at tey 25 tilmælini hava verið grundarlag undir nógvum fundum.

”Hevði hon sagt, at tað hevði verið grundarlag fyri, at nógv uppskot vóru løgd fyri tingið, so hevði tað givið meining, men tað er ikki hent,” segði Jenis av Rana.

”Vit mugu hava nakað veruligt – ikki bara hetta ”smáttaríið” við at vit skulu hava ein stjóra afturat, sum skal halda í oyruni á hinum stjórunum,” segði hann.

Spurningurin sum Jenis av Rana lat standa eftir var: ”Hví er einki av hesum sett í verk?”