Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Má bíða í 4 ár eftir eini diagnosu

Helgi Abrahamsen

“Fólk hava sagt við meg, at eg havi ADHD, men eg havi ongantíð fingið tað staðfest,” sigur Árni Zachariasen úr Klaksvík. Nú er hann komin á ein bíðilista, aftaná at hann hevur bíðað í eini 3 – 4 ár.

“Fólk hava sagt við meg, at eg havi ADHD, men eg haviongantíð fingið tað staðfest,” sigur Árni Zachariasen úr Klaksvík. Nú er hannkomin á ein bíðilista, aftaná at hann hevur bíðað í eini 3 – 4 ár. 

“Skúlaárini vórurættiliga stravin. Søgu, landalæru og biologi kláraði eg væl. Eg las bøkurnarígjøgnum og so sat tað. Tað fangaði eg – løgið nokk. Hitt kláraði eg slettis ikki. At læra rættskriving, høvuðrokningog lítlu tabell – tað bar bara ikkitil.

 

54 áragamli Árni Zachariasen situr og greiðir frá trupulleikunum, hann altíð hevur havt við at hugsavna seg. Hann er í eini puntutari skjúrtu, hárið er frísut og hann flennur nógv, meðan hann sigur frá.

 

“Eg hevði tað ikki gottí skúlanum. Eg hevði tað gott í fakunum, sum eg dugdi, men í hinum fakunum sat eg ogspurdi meg sjálvan, hvat geri eg her? Tað var heilt ótrúliga stravið, og taðvar ikki frítt, at eg bleiv eitt sindur bandittasligur,” sigur hann.

 

“Fólk hava sagt viðmeg, at eg havi ADHD, men eg havi ongantíð fingið nakra diagnosu,” sigur Árni. Í sambandivið at hann hevur verið til avvenjingar hava fólk fleiri ferðir sagt við hann, at hann eigur at fáa staðfest, um hann hevurADHD, og tí fór hann til lækna, fyri at sleppa framat hjá einum sálarfrøðingi. Og taðslapp hann, men tað tók millum 3 og 4 ár, áðrenn hann fyri hálvum ári síðanifekk eitt bræv, har tað stóð, at hann slapp ikki framat enn. Hann var ov gamalso onnur høvdu meira átrokandi tørv. Í brævinum stóð eisini, at hann skuldiikki ringja fyri at spyrja, nær hann slapp framat, men hann kundi ringja umhann ynskti at avlýsa viðtaluna.

 

“Sjálvur góðtaki eg, attað er ein ávís bíðitíð,” sigur Árni“…men 4 ár…!

 

Alkohol og rúsevni

“70 prosent av teimumsum hava ADHD enda úti íalkoholismu ella kriminaliteti uppá ein ella annan máta, fyri at nøkta ein tørv, sum vithava,” sigur Árni. Taðhendi eisini hjáhonum.

 

“Eg byrjaði veruligaat drekka, tá eg var eini 14 – 15ára gamal. Vit kammerátarnir plagdu at egna niðri í egningarskúrunum og távikuskifti kom, so baðonkur okkum rudda upp, og so fingu vit nakrar “elefantar” afturfyri,ella eina hálva fløsku avfinspritti,” sigur hann.  

 

10 dreingir um 14 ára aldur viðeini hálvari fløsku av finspritti, tað sást aftur.

 

“So gingu vit har ogjodlaðu,” sigur Árni og flennur.

 

“Og so at krógva – oyjeikki!” og aftur flennur hann.

 

Seinni fórÁrni eisini at nýta onnur rúsandi evni. Hann toldi tá ikki so væl alkohol longur, men tað vóru nøkur av rúsandi evnunum, sum ikki riggaðu hjá honum.

 

“Tá kammerátarnirsniffaðu ritalin og alt tað, so fóru teir “uppeftir”, meðan eg fór heim oglegði meg at sova – so tað helt eg skjótt uppat við,” sigur Árni.

 

“Tað er eyðkent fyrifólk sum hava ADHD, at hesi evnini virka øvugt,” sigur hann.

 

Bleiv skiparalærdur

Árni hevur alt sítt lívverið sjómaður, og hann er skiparalærdur.

 

“Tað gekk fínt tilheimaskipara. Eg drakk illa meðan eg gekk í skúla, og var 70 dagarburtur frá skúlanum, men eg fekkgott úrslit. Men seinna árið var matematikk uppií… – eg kláraði tað so – akkurát,” sigur hann.

 

“Øllum náttúrufakunumvar eingin trupulleiki við, men so skjótt sum tað kom til formlar og alt tað,so var galið hjá mær,” sigur Árni.

 

“Men eg havi veriðskipari runt allan heimin,” sigur hann og flennur. “Tað ber væl til.

 

Sigldi íAfrika

Um ár2000 – 2001 sigldi Árni sum skipari við einum suðurafrikanskum línubáti, og har kom hann í samband við ymisk hørð umhvørvi.

 

“Tú flytur markið allatíðina. Tað ræður um at fáa hetta “ultimativa kickið”, og so flyturtú mørk,” sigur hann.

 

Cape Town var tá ein tann harðasti kriminelli býurin í heiminum, men eg kom livandi frá tí,” sigur hann.

 

“Eg kom inn í hettaumhvørvið, og har bar til at fáa alt tað sum ein vildi hava av narkotika,” sigur Árni, og so greiðir hann frá einum staði, sum hann onkuntíð vitjaði.

Eg kom inn – fyrst gjøgnum eina hurð, so gjøgnum ta næstu, so komst tú inn íeitt sovorðið stórt fýrakantað rúm. Har var eitt deksil mitt í gólvinum ogbenkur rundanum. Har lá ein maður á beinkinum. Eg tók einaferð og goggaði í hann og spurdi, hví hann bleivvið at liggja avdottin har. Tá sá eg at hann hevði eina maskinbyrsu og einahøglbyrsu,” sigur Árni.

 

Hann spurdi seinni ein hýruvognsførara hví maðurin lá har.

 

“Hann segði, at taðvóru ikki meira enn tríggirmánaðir síðani, at 7 fólk vórðu skotin har,” sigur Árni. Tað var orsøkin til, at tey høvdu skipað seg soleiðis.

 

“Men tað flottasta avøllum…– nú komeg at kenna hesar menninar – so eg spurdi teir, um vandi var fyri atverða “køllaður niður” har? -Nei søgdu teir. Teir bóðu meg koma at hyggja. Tá høvdu teir kamera yvir heila alt økið, sigur Árni.

 

Løgreglan komvanliga ikki inn har, men um teir komu, so fóru vápn, rúsevni og pengar niður gjøgnum dekslið í gólvinum og tann veginslapst út í kloakkskipanina.

 

Mannalívið er lítið vert har

Fólk har niðri hava heilt aðra støðu til deyðan og harðskap enn vit hava, sigur Árni.  

 

Tú hoyrdi menninar práta har um, at nú var hasin skotin, og so var hasin skotin. Vitkunnu slettis ikki seta okkum inní teirra hugsanir.Harðskapur er partur av teirra mentan, sigur hann.

 

Eg spurdi tanneina, hvussu nógv tað kostaði at leiga ein persón til at drepa ein annan har í økinum. Hann svaraði, at tað var ymiskt frá plássi til pláss, men har sumhann var uppvaksin, har kostaði tað eina góða máltíð,” sigur Árni.

 

Tað var tað, eitt menniskjalív var vert har, sigur hann.

 

Bleiv edrúur

Í mai mánaði fyri 9árum síðani legði Árni øll rúsandi evni frá sær.

 

Tað óhugnaliga var, at eg vaknaði upp og fann útav, at eg hevði ongar kenslur longur. Eg var hvørki glaður, keddur, bangin ella nakað sum helst. Har varbara ein bein linja kensluliga,” sigur Árni.

 

Eg var skildur,eg tímdi ikki at hava børnini í vikuskiftunum, og hóast alt mítt lív hevði verið á sjónum, so legði eg ikki petti í, hvussu nógv eg hevði fingið av fiski,” sigur hann.

 

Tað var rættiliga óhugnaligt at staðfesta, at kenslurnar vóru burtur, so egringdi til Heilbrigdi og bað umpláss har, sigur hann.

 

Hetta var ikki fyrstu ferð, at Árni hevði verið til avvenjingar.

 

Eg havi verið í rættiliga nógvum viðgerðum. Fyrstu ferð var í 1986, sigur hann.

 

Altíð tá eg havi roynt at blíva edrúur, so havi eg havt onkrar ætlanir um tað, sumskuldi henda aftaná, men hesaferð haldi eg, at eg slepti øllum. Eg hevði onga ætlan um nakað. Eg fór bara inn og bleiv edrúur,” sigur hann.

 

Ein partur av lívinummanglar

Árni sigur, at fólk sumbyrja tíðliga at rúsa seg, tey steðga upp, og teimum manglarroyndirnar sum tey annars skuldu havt gjørt sum tannáringar.

 

Byrjar tú at roykja hassj, tá tú er 14 ár, og gevst tá tú ert 40, so er ein partur avtær framvegis í tí aldrinum sum tú vart í, tá tú byrjaði,” sigurhann. Sjálvur hevur hannupplivað nakað av tí sama.

 

Eg var burtur í saltfiski tey árini, og tá eg var heima, drakk eg. Egfekk nógvar royndir umborð,men royndirnar sum eg skuldi gjørt heima, tær steðgaðu upp,” sigur hann.

 

Tá eg so fór út at sigla, gjørdi eg nøkur upplivilsi ástøðum, har tingini ikki virkaðu sum tey áttu, og tí manglar ein partur har, og tað royni eg at finna útav nú,” sigur hann.

 

Vil hava einadiagnosu

Hóast Árni kannsiga nógv gott um tað at vera edrúur, so gongur verri við at hugsavna seg nú, enn tað gjørdi fyrr.

 

Fyrr tá eg tók stoffir og drakk, tá kundi eg ímillum tørnini lesa eina rúgvu, men nú klári eg ikki at hugsavna meg um nakað sumhelst. Eg klári einki,” sigur hann. Samtíðis hevur onkur sagt honum, at tá ein er farin um tey 50 árini, skuldu øll ADHD-eyðkenni verið burtur. Hesum vilhann nú hava greiðu á.

 

Eg eri komplett óinteresseraður” í at fáa “damp-medisin og alt tað, sjálvtum tað hjá einum misnýtara altíð snýr seg um at halda onkrar bakdyr opnar. Eg vilbara hava fakta at vita. Eg vil hava okkurt at fyrihalda meg til, sigur Árni.

 

Men bíðitíðinhevur verið long og er framvegis ikki liðug. Tað er ein stór avbjóðing hjáeinum persóni, sum líður undir altíð at hava nógva ferð. Og Árni er ikki sørt argur um hetta.

 

Eg veit væl, hvussu tað verður manipulerað við skipanini, og egveit eisini, hvussu persónarsleppa inní skipanina og fáa eina rúgvu av sterkum heilivági, sumteir selja og keypa hassj fyri pengarnar. Eg havi eisini keypt heilivág frá persónum, sum hava fingið hann frá PsykiatriskaDeplinum,” sigur Árni.

 

Tað er tað sum ger meg óðan, tá eg sum veruliga havi brúkfyri hjálp fái eitt pappír sum sigur, at eg bara kann ringja, um eg ynskiat sleppa av bíðilistanum aftur,” sigurhann.

 

“Tey meta at eg havi ikki tørv á at tosa við tey – soleiðishava tey skrivað tað, men tey hava ikki tosað við meg um nakað,” sigur ÁrniZachariasen.

 

Árni er í dag skipari álínuskipinum Vágasteini.


Myndirnar niðanfyri eru frá ymsum gongutúrum í fjøllunum, sum Árni og Oliver Joensen, hava gjørt saman. Myndir Oliver: