Tað er ikki óhugsandi, at HB verður oddalið í Effodeildini eftir trimum umførum.
Tað er ikki óhugsandi, at HB verður oddalið í Effodeildini eftir trimum umførum.
HB hevur í vetur fingið tilgongd av stórum profilum, men eisini eru nakrir leikarar farnir úr felagnum. Málið er tó at koma í toppin aftur og tey flestu meta HB sum eitt gott boð uppá eitt topp 4 lið, har tað í besta føri eisini kann vera eitt FM. HB hevur eina skrá, sum kann koma at gera, at HB fær eina dreyma byrjan. Tí av fyrstu trimum dystunum, so eru allir móti liðum, sum í fjør endaðu uttanfyri topp 5. Fyrsti dysturin er ímóti uppflytarunum úr 07 Vestur, áðrenn HB skal vitja Skála og ÍF. Í øllum trimum dystunum má HB metast at vera favorittur. Samstundis er HB einasta topp 5 liði, sum ikki spælir móti nøkrum øðrum topp 5 liði fyrstu trý umførini.
Í Norðlýsinum, ið kemur í hvørt hús í Norðoyggjum í morgin, og sum annars kann keypast kring landið, er tipping um Effodeildina 2017, soleiðis sum Norðlýsið væntar. Har kunnu vit avdúka, at HB verður mett at vera eitt av topp 4 liðunum í ár. Hvussu høgt upp á stigatalvuna teir koma kann lesast í blaðnum.




