Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur dagført búmerkið

Jóhann Lutzen

Sundalagsfelagið hevur í eina tíð arbeitt við at endurnýggja grafiska samleikan

Sundalagsfelagið hevur í eina tíð arbeitt við at endurnýggja grafiska samleikan

Tey siga úr EB/Streymi at upprunaliga búmerkið ikki tók seg nóg væl fram í heildini og var ótíðarhóskandi til elektronisku miðlarnar og tí varð avgerð tikin um at broyting mátti til. 

Nýggja búmerkið er ramma inn í ein bláan og svartan skjøldur, ið eru eyðkendu litir felagsins. Skjøldurin er ikki nakað ókent fyribrigdi í fótbóltsheiminum og er tekin uppá verju – nakað, sum má til fyri eitt felag skal hanga saman. 

Eyðkendda slagorði “Saman standa vit sterk” er framvegis herróp felagsins og er rita inn í búmerki. 

Felagsliði, sum varð stovnað í 1993, vónar at tikið verður væl ímóti dagføringini.