Borgarin kom í morgun aftur av sínum fyrsta túri.
Borgarin kom í morgun aftur av sínum fyrsta túri.
Føroyska Sjómansmissiónin skrivar, at bæði Borgarin og Norðingur, ið hava roynt eftir svartkjafti, komu á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa til Havsbrún. Hetta var fyrstu túrurin hjá Borgaranum og skiparin, Jonleif Joensen, lat væl at skipinum.
– Hetta er okkara fyrsti túrur og vit eru væl nøgdir við skipið. Avbjóðingar hava verið, og tað høvdu vit eisini væntað. Harafturat var sjaskveður onkran av døgunum. Eg kann tí siga, at vit hava fingið roynt bæði útgerðina, skipið og manningina, sigur skiparin á Borgaranum, Jónleif Joensen við Føroysku Sjómansmissiónina.
Norðingur hevði 1900 tons og Borgarin 2100 tons. Teir fara aftur á svartkjaftaveiðu, tá teir eru lidnir at landa.
Mynd: TJ-myndir




