Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vildi ikki svara beinleiðis, tá vit í morgun spurdu hann, um tað er rætt sum Hanus Hansen sigur, at hann eftir nýggju fiskivinnulóggávuni kemur at missa rættindi í Barentshavinum næsta ár, um kvotan verður óbroytt.

“Vit eru ósamdir um, hvussu lógarteksturin skal skiljast, og tí havi eg biðið embætisfólkini kanna tað,” er tað einasta, sum Høgni Hoydal vil siga um tann spurningin.
Høgni Hoydal sigur, at sum útgangsstøði er ætlanin, at antitrust skal ikki vera afturvirkandi, men er tað ein trupulleiki við uppskotinum, sum tað nú liggur, so verður tað kannað.
“Eg fái ikki sagt meira beint nú, um nøkur mótsøgn er í onkrastaðni, men eg skal kanna tað,” sigur hann.