Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir sjavsa í Parlamentinum

Jóhann Lutzen

Síðani 1993 hava eldri menn stytt sær um stundir úti í Gomlu havnaskrivstovuni, sum nú verður nevnd Parlamentið

Síðani 1993 hava eldri menn stytt sær um stundir úti í Gomlu havnaskrivstovuni, sum nú verður nevnd Parlamentið

Hendan dagin tá vit vitjaðu sótu fýra mans við borðið, men av og á ganga tvey borð. Óli Norman Jacobsen, Karl Isaksen, Páll Josephsen og Hans Poulsen. Teir eru allir væl omanfyri 80 ára aldur og tá so Álvur Zachariassen kom á gátt, var Páll knappur í vendingi og segði skemtandi “Nú fór miðalaldurin enn longur uppeftir”. 

Teir hugna sær óført og teir eru raskir at hittast, tí nærum hvønn dag í vikuni síggjast teirra bilar uttanfyri Parlamentið. Karl Isaksen er fyrstur, hann ger kaffi og hugnar um, áðrenn hinir koma.

Dagsins spurningar verða viðgjørdir og sum verða man, fyllir fiskivinnu- og sjúkrahúskjakið nógv í Parlamentinum. 

Vit hugdu í gestabókina og blaðaðu upp á síðu eitt. Har síggjast teir fyrstu, sum hava skrivað í bókina. 

Hetta er sera gott fyri okkum at hava henda møguleikan at hittast. Tað er gott at koma út og hava okkurt at fara til eru teir allir samdir um.