Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magni Laksáfoss: Uppskotið hjá Landsstýrinum er ikki brúkiligt

John William Joensen

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, á Hotel Vágum í dag, gjørdi Magni Laksáfoss greitt at uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni, sum landsstýrið hevði lagt alment fram, líktist ikki tí semjuni, sum Sambandsflokkurin og samgongan høvdu samráðst seg fram til.

Í Kringvarpinum ljóðaði tað, sum um at eg skal hava sagt, at 90% av tí uppskotinum, sum samgongan nú hevur lagt fram, var fult í trá við tað, sum Sambandsflokkurin kundi góðtaka.

Hetta er beinleiðis skeivt. Tað sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú hevur lagt fram, er sera langt frá tí, sum samráðingarnar millum okkum og samgonguna vóru komnar til.

Eg trúgvi framvegis at vit høvdu kunnað funni eina semju, men tað uppskotið hevði so als ikki líkst hesum sum nú liggur á borðinum.

Eg eri samdur við teimum sum siga at uppskotið um eina nýskipan, sum landsstýrið hevur lagt fyri dagin er ein fløkja og kann als ikki brúkast, segði Magni Laksáfoss, næstformaður Sambandsflokksins.