Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB var vinnarin av 1. umfarinum

Jákup Ósá

Bara eitt topp 5 lið megnaði at fáa fulla úrtøku í 1. umfarinum, har fleiri óvæntaði úrslit vóru.

HB vann sum væntað sín dyst á heimavølli móti 07 Vestur. Men NSÍ og KÍ vunnu ikki sínar dystir, sum ein kundi roknað við á heimavølli. EB/Streymur fekk 1-1 javnleik í Runavík og í Klaksvík megnaði Skála at halda nullið. Tá so Víkingur og B36 spældu javnleik í sínum innanhýsis dysti, so var HB stóri vinnarin hetta umfarið. Tí HB hevur eftir fyrsta umfar lagt øll topp 5 liðini seinastu tvey árini afturum seg við tveimum stigum. 

Mynd: Rakul Hansen