Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt mál um Høgna Hoydal er reist í landsstýrismálanevndini

Helgi Abrahamsen

Jógvan Skorheim, formaður í landsstýrismálanevndini, hevur á nevndarfundi í morgun reist enn eitt mál um Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Jógvan Skorheim, formaður í landsstýrismálanevndini, hevur á nevndarfundi í morgun reist enn eitt mál um Høgna Hoydal, landsstýrismann.

”Eg vil hava nevndina at kanna, um Høgni Hoydal hevur givið løgtinginum rættar upplýsingar í sambandi við fyrispurningin hjá Óluvu Klettskarð,” sigur Jógvan Skorheim.

Fyrispurningurin sum hann sipar til, var reistur á tingfundinum seinasta mikudag, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni. Óluva Klettskarð vísti tá á tað sum Hanus Hansen, reiðari, hevur sagt alment, um at nýggja fiskivinnuskipanin fer at raka hansara virksemi meint, og at hetta fer at fáa ógvusligar avleiðingar.

”Er hendan fatanin røtt?” spurdi Óluva Klettskarð.

Høgn Hoydal svaraði, at antitrust-reglurnar fara ikki at verða afturvirkandi, og tí fara tey sum longu eru í vinnuni ikki at missa nakað.

”Tvørturímóti so kunnu tey fáa størri rættindi í takt við at kvoturnar vaksa,” segði hann.

”Sambært lógini um ábyrgd landsstýrisins mugu landsstýrisfólk ikki geva løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, og ikki heldur tiga við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri eitt mál,” sigur Jógvan Skorheim.

”Útrokningar sum eg havi sæð vísa, at málið fær ávirkan á verandi aktørar, og tað sær heldur ikki út til at vera rætt, at verandi aktørar fara at kunna vaksa, um útgangsstøði verður tikið í tí, sum spyrjarin spurdi um,” sigur hann.

Jógvan Skorheim vísir á, at málið um nýskipan av fiskivinnuni er eitt týdningarmikið lógaruppskot, og tí mugu allar upplýsingar, sum tingfólk skulu byggja sína støðu á vera rættar.

Landsstýrismálanevndin viðgerð frammanundan tvær kærur um Høgna Hoydal. Onnur er frá Meginfelag Útróðrarmanna og hin er frá Miðflokkinum. Fundur verður aftur í landsstýrismálanevndini um tvær vikur, og tá fer nevndin at taka støðu til, um málið sum Jógvan Skorheim nú hevur reist, skal kannast nærri.