Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki er ókeypis – heldur ikki vegakervi í Føroyum

John William Joensen

Fyri kortum gjørdi P/F Vága- og Norðoyatunnilin eina gallupkanning har fólk vóru spurd um tað skal verða ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóvartunnlarnar. At hendan kanning verður sligin stórt upp í høvuðsstaðarpressuni er skiljandi. Men spurningurin er beinleiðis villeiðandi – tí sjálvandi vilja vit gjalda fyri undirstøðukervið.

Fyri kortum gjørdi P/F Vága- og Norðoyatunnilin eina gallupkanning har fólk vóru spurd um tað skal verða ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóvartunnlarnar. At hendan kanning verður sligin stórt upp í høvuðsstaðarpressuni er skiljandi. Men spurningurin er beinleiðis villeiðandi – tí sjálvandi vilja vit gjalda fyri undirstøðukervið.

Spurningurin átti heldur verið um Norðoyingar vilja rinda tvífalt – baði gjøgnum skattin og sum bummgjald í Norðoyatunnlinum.
Nú vit hava rindað lánini niður – skulu vit so harafturat rinda landskassanum tað sum vit sum skattgjaldarar eisini hava sett í Norðoyatunnilin??
Vit vilja sjálvandi verða við at gjalda – men tað skal verða á sama grundarlagið sum aðrir borgarar í landinum.
Samfelagsbúskaparliga gevur tað onga meining at ein serstøk innkrevjingarskipan við umsiting og høgum kostnaði verður gjørd fyri tveir tunnlar í landinum – tí kostnaðurin av at 1000 ella 10.000 bilar koyra gjøgnum tunnlarnar um døgni er tann sami.
Ørvísi er við bilferjunum har fleiri ferðafólk og bilar beinleiðis økja um raksturin og kostnaðin.

At politiska skipanin ikki raðfestur vegakervið í mun til tað sum verður kravt inn umvegis skatt og veggjøld er ein politiskur trupuleiki í løgtinginum og ikki hjá borgarunum í Norðoyggjum og Vágunum.

Tað er skeivt og beinleiðis villeiðandi at spyrja um tað skal verða ókeypis at koyra gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin – men spurningurin er um norðoyingar og Vága fólk skulu rinda tríggarferðir og enntá geva landinum kapital – samstundis sum vit handað landinum tunlarnar aftur púra ókeypis.

Eisini villleiðandi at blanda Strandfersluskipini og tunnlarnar saman

Íløgurnar/byggi/keypskostnaðin fyri Strandferðsluskipini hava vit rinda gjøgnum skattin. Hvørjaferð skipini leggja frá landi rindað vit fyri at verða umborð, tí raksturin er sera kostnaðarmikil. Harafturat stuðla vit skipinum hvørt ár við pengum úr landskassanum fyri at halda kostnaðin hjá teimum ferðandi niðri á einum rímiligum støði.

Í undirsjóvar tunnlunum rinda vit sum koyra alt gildið. Umframt íløguna verður allur rakstrar- og viðlíkahalds kostnaðurin av tunnlunum rindaður hvørt ár av okkum, sum koyra gjøgnum hesar tunnlarnar. Harafturat hava EINANS vit sum koyra gjøgnum tunnlarnar rindað øll lánini sum fíggjaðu íløguna.

Nú byrjar man politiskt at tosað um at vit sum koyra gjøgnum tunnlarnar eisini skulu rindað landskassanum partapeningin í feløgunum aftur + brúgvar, + rundkoyringar og annað, sum varð gjørt í samband við tunnlarnar.

Hetta er ein fullkomiliga nýtt slag av politikki í Føroyum har brúkaragjøld verða áløgd sum bert eru galdandi ávís støð í landinum.

Hetta er rætt og slætt kapitalvinna, sum einki hevur við samhaldsfesti at gera – og spurningurin er um vit sum oyggjasamfelag skulu góðtaka hetta.

At tosað um at gera eina samhaldsfasta skipan fyri tunnlar og skip, er ørvitist tos, og ein roynd at sleppa undan at viðgera málið politiskt. Tað ber ikki til at blanda hesi tingini saman.

Harleywoodpaint