Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málfátækasta 1. umfar nakrantíð

Jákup Ósá

1. umfar í 2017 var søguligt, men ikki fyri tað góða.

Síðani talið av liðum í bestu deildini í 1988 bleiv økt til 10 lið hava ongantíð áður verið so fá mál í 1. umfari sum í 2017. Hetta eru ikki hugalig tøl og tey flestu vóna nokk, at tað meir er av tilvild heldur enn, at hetta er tekin um eitt kappingarár við fáum málum. Hóast tað nokk eisini finnast fólk, sum halda tað vera áhugavert og spennandi, at so fá mál koma, tí tað kanska er tekin um gott verjuspæl ella gott taktiskt skil. Niðanfyri hava vit hugt eftir, hvussu nógv mál eru komin í 1. umfarinum síðani 1988.

Mál 1. umfar í bestu deildini:

1988: 17 mál

1989: 16

1990: 19

1991: 17

1992: 11

1993: 14

1994: 22

1995: 21

1996: 12

1997: 16

1998: 12

1999: 17

2000: 11

2001: 14

2002: 13

2003: 11

2004: 16

2005: 18

2006: 14

2007: 12

2008: 25

2009: 16

2010: 27

2011: 22

2012: 12

2013: 15

2014: 11

2015: 19

2016: 16

2017: 9 mál